Løgmaður: Rættarhjálpin er ein sólskinssøga  

2016-06-26 14:27 Author image
Dimma

Rættarhjálp Føroya hevur til endamáls at bjóða fría løgfrøðiliga hjálp og ráðgeving til einstaklingar. Rættarhjálpin hevur tagnarskyldu, og allar áheitanir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hagtølini vísa, at millum 600-700 fyrispurningar eru á hvørjum ári, tað er í miðal tveir um dagin, so tørvurin á Rættarhjálpini er stórur.

Løgmaður Aksel Johannesen hevur sjálvur starvast á Rættarhjálpini, tá ið hann flutti heim sum nýútbúgving løgfrøðingur, og hann helt røðu á hátíðardegnum fríggjadagin.

- At løgfrøðingar sjálvboðið fyri 20 árum síðan settu Rættarhjálpina á stovn, er eftir mínum tykki eitt tað størsta sosiala átakið í nýggjari tíð, tí við løgfrøðiligu ráðgevingini hava allir borgarar møguleika at leita sær hjálp, uttan at rinda okursprís til ein advokat, segði løgmaður millum annað.

Rættarhjálpin kann eitt nú hjálpa einstaklingum í spurningum um arv, samveru við børnum, starvsfólkaviðurskifti, sosialar veitingar ella hjúnaskilnað.

- Tað eru ikki altíð sólskinssøgurnar, sum seta dagsskránna. Tann góða og positiva søgan hevur stundum torført við at vinna frama. Og tað er spell, tí høvdu tær tað, so hevði nógv størri ljós verið varpað á sjálvbodna arbeiðið í Rættarhjálpini.

- At løgfrøðingar sjálvboðið fyri 20 árum síðan settu Rættarhjálpina á stovn, er eftir mínum tykki eitt tað størsta sosiala átakið í nýggjari tíð, tí við løgfrøðiligu ráðgevingini hava allir borgarar møguleika at leita sær hjálp, uttan at rinda okursprís til ein advokat, segði Aksel Johannesen, løgmaður, tá ið Rættarhjálpin helt 20 ára dagin fríggjadagin.

 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður