Ragnar Isaksen aftur Føroya besti golfspælari

2016-08-22 08:03 Author image
Dimma

Ragnar Isaksen prógvaði um vikuskiftið, at hann er Føroya besti golfspælari. Tórshavnar Golffelag skipaði fyri felagsmeistarakapping á breytini á Glyvursnesi, og Ragnar Isaksen vann ein tryggan sigur í kappingini, sum eisini verður kallað óalmenna føroyameistarakappingin í golfi.

Talan var um slagspæl, har tað ræður um at brúka so fá sløg sum møguligt. Spæld vóru 36 hol yvir tveir dagar, og Ragnar brúkti 171 sløg. Sostatt endurvann hann felagsmeistaraskapin, sum hann eisini vann í fjør.

Nummar tvey í kappingini gjørdist Andreas F. Hansen við 177 sløgum, og nummar trý var Óskar Eiríksson við 178 sløgum.

Um tvær vikur verður hin meistarakappingin í felagnum. Talan er um holspæl, har sløgini ikki verða tald saman, men spælt verður eftir hvør vinnur flest einstøk hol.

Luttakararnir í felagsmeistaraheitinum í holspæli eru teir átta bestu í slagspælskappingini, og umframt teir tríggjar nevndu, verða luttakararnir í holspælskappingini hesir: Janus Norðberg 182 sløg, Per Poulsen 187, Palli Henriksen 193, Óli Edward Olsen 193 og Páll Kjærbo 195.

Meira langlesnaður