John Rajani kærir avgerðina

2016-06-06 18:05 Author image
Dimma

- Skal siga frá, at eg havi tikið avgerð um at kæra løgmann og landsstýrismannin í Vinnu- og uttanríkismálum til Løgtingsins Umboðsmann.

Soleiðis skrivar John Rajani í einari almennari fráboðan.

Samstundis hevur John Rajani tikið avgerð um at standa fast við sína umsókn til starvið. 

- Sjálvandi havi eg ikki nakað rættarkrav uppá at fáa starvið. Men tað er mín áskoðan, at viðgerðin av hesum máli hevur verið so langt úti og niðurgerandi fyri meg, at eg av prinsipiellum ávum ikki kann standa modell til tað, sum er farið fram, skrivar John Rajani.

John Rajani var innstillaður til starvið sum aðalstjóri fyri uttanríkis- og vinnumálum, men hann fekk ikki starvið í fyrstu atløgu, tí Poul Michelsen landsstýrismaður ikki vildi hava hann at vera aðalstjóra.

- Í sambandi við setanartilgongdina havi eg verið til hópin av samrøðum við setanarbólkin. Eisini havi eg verið gjøgnum umfatandi testir, framdar av útlendskum serføðingi, og sum úrslit av hesum bleiv eg sum einasti umsøkjari av tilsamans 11 umsøkjarum mettur at verða einasti væl kvalifiseraði persónurin til starvið.

Tá henda viðgerð er liðug fara løgmaður og landsstýrismaðurin inn í eina politiska viðgerð av mínum persóni. Mangt av tí sum landsstyrismaðurin í Vinnu- og uttanríkismálum førur fram er beinleiðis ósatt og niðurgerandi fyri mín persón. Eg kann als ikki góðtaka hesa tilgongd, og tí verður málið kært til Løgtingsins Umboðsmann, hvørs uppgáva fyrst og fremst er at halda eyga við almennu umstingini.

Sigur altso John Rajani í fráboðan til fjølmiðlarnar nú seinnapartin.

 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður