Havnastongsul var bara ein spurningur um rækjur

2017-02-26 14:37 Author image
Dimma

- Nú eru málini rokkin, og so kunnu teir bara lata havnirnar upp aftur fyri føroyskum skipum. Tað kallast, at kanadiar ynskja gott samband við Føroyar. Eg meini tað.

Tað sigur Niklái Petersen, ein av eigarunum av rækjutrolaranum Arctic Viking, sum í mong ár royndi í altjóða sjógvi á bæði Grand Bank og á Flemish Cap, sum eru undir fyrisiting av NAFO.

Frá almennari føroyskari síðu var annars lagt upp til ein diplomatiskan sigur.

- Tað er eitt týðandi frambrot, at tað er eydnast at fáa havnastongsilin settan úr gildi, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum. 

- At føroysk skip aftur fáa atgongd til havnirnar fer at koma væl við hjá føroysku fiskiskipunum, sum fiska á Flemish Cap. Somuleiðis er hetta er eitt týdningarmikið stig í viðurskiftunum millum Føroyar og Kanada. Tí Føroyar ynskja samstarv og góð sambond við Kanada, segði Poul Michelsen.

Tá Kanada stongdi sínar havnir fyri føroyskum skipum í 2002, var tað fyri revsa at føroyingar fyri ikki at fylgja kanadiska ynskinum um at steðga við allari rækjuveiði á Flemish Cap og á Grand Bank, sum liggur uttanfyri kanadiskan ræðisrætt.

Hóast Kanada kravdi, at allur fiskiskapur á Grand Bank og á Flemish Cap varð steðgaður, so hildu føroysku skipini á at fiska við vælsignilsi úr NAFO og eini kvotu, sum varð sett eftir søguligum tølum. Tá stongdi Kanada allar havnir fyri føroyskum skipum. Tað hava næstan bara verið føroysk skip á leiðunum – men nøkur íslendsk skip fiskaðu eisini, men tað var undir baltiskum flaggi.

Fiskiskapurin við Flemish Cap varð tó steðgaður í 2011, og í 2015 fekk fiskiskapurin á Grand Bank somu lagnu.

Við øðrum orðum máttu rækjuskipini finna sær aðrar leiðir. Men samstundis hvarv kanadiska grundgevingin fyri, hví havnirnar skuldu vera stongdar fyri føroyskum skipum, og helst hevur trýst verið frá kanadiskari vinnu at taka stongsulin av, so føroysk skip við toskakvotu á Flemish Cap kundu koma í kanadiska havn við fiskinum, heldur enn at sigla allan vegin til Føroyar aftur og fram.

Lesið meira í blaðnum hetta vikuskiftið

  

  

placeholder

Meira langlesnaður