Eksperimenterandi Rannvá í Focus

2016-09-07 08:24 Author image
Sigmund Vang

Komandi leygardag letur ein framsýning við verkum hjá Rannvu Holm Mortensen upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Á framsýningini eru millum annað málningar, koltekningar og gips- og træmynir. Rannvá hevur sýnt fram ymsastaðni í Føroyum, í Danmark, Íslandi, Onglandi, Fraklandi, Spania, Bulgaria og Kina.

Rannvá hevur nú í fleiri ár gjørt seg galdandi í listaheiminum við spennandi og fjølbroyttum myndum. Hon nýtir nógv sløg av tøkni og fjølbroytt tilfar til sínar myndir, og myndevnið er eisini øðrvísi í mun til hvat vit eru von við. Hon hevur millum annað brúkt collageformin - tað vil siga foto, grafikk, mála, skrava, lím og so framvegis, hon brúkar eisini betong, leir, gips, jarn og annað.

Eftir eitt ár í Barcelona á Metáfora International Workshop í 2014, ger Rannvá eisini videofilmar, installasjónir og skulpturar. Í dag stendur hon sum ein eksperimenterandi listakvinna, ikki bangin fyri at ganga nýggjar leiðir, og tað kann síggjast á framsýningini í Galerie Focus leygardagin.

Framsýningin verður opin til 22. september, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.

Meira langlesnaður