Amerikanski herflotaráðharrin kemur at tosa um Arktis

2016-06-22 08:38 Author image
Dimma

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, er vertur á ferðini, nú amerikanska herflotaráðharrin kemur á vitjan hósdagin 23. juni.

Stóri altjóða áhugin fyri Arktis sæst eisini aftur í vitjanini hjá Ray Mabus, tí á fundi við landsstýrið fara partarnir millum annað at umrøða viðurskifti og áhugamál í Arktis. Fríggjadagin hevur ráðharrin fund við Aksel V. Johannesen, løgmann, Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum og Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum.

Á ferðini skal ráðharrin eisini hitta Løgtingsins Uttanlandsnevnd og vitja Arktisk Kommando. Ráðharrin fer av landinum aftur sunnudagin 26. juni.

placeholder

Meira langlesnaður