Regin Hammer koyrdur frá

2016-06-17 15:40 Author image
Jógvan Samuelsen

Tryggingarfelagið Føroyar skal hava nýggjan stjóra.

Tað boðar nevndin í felagnum frá í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum fyri løtu síðan.

Har stendur at lesa, at Regin Hammer fer frá sum stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, tí nýggja nevndin, sum varð vald fyri kortum, ynskir at byrja við nýggjum stjóra.

- Nevndin ynskir, at áherðsla verður løgd á tvørgangandi samstarv - bæði í felagnum og innan samtakið sum heild. Nýggi stjórin skal standa á odda fyri hesum arbeiði, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Arni Brattaberg, nevndarformaður í TF Holding, er í tíðindaskrivinum endurgivin fyri at siga, at nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna ynskir at fáa ein nýggjan stjóra, sum saman við nýggju nevndini í Tryggingarfelagnum Føroyar skal mynda nýggju leiðsluna í felagnum.

- Sameiningin millum Tryggingarfelagið Føroyar og hini feløgini í samtakinum skal styrkjast og mennast enn meira, sigur Arni Brattaberg í tíðindaskrivinum.

Regin Hammer fer frá eftir fimm ár sum stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, og hann fer eisini frá sum stjóri í TF Holding og í Ognarfelag Tryggingartakaranna.

Nevndin er í løtuni í eini tilgongd, har leitað verður eftir nýggjum stjóra til Tryggingarfelagið Føroyar, og til nýggjur stjóri er funnin, røkir Mortan Poulsen, sum eisini er stjóri í Betri Pensjón, starvið sum stjóri í Tryggingarfelagnum.

placeholder

Meira langlesnaður