Regin Marnersson tikið við

Mynd: Torshavn.fo

Regin Marnersson tikið við

2017-08-02 08:11 Author image
Leif Láadal

Regin Marnersson tók 1. august við eftir Hanus Joensen, ið eftir 20 ár sum skúlastjóri fyrst í Tórshavnar kommunuskúla og síðani samanlagda Skúlanum á Fløtum, fer í annað starv sum ráðgevi á undirvísingarøkinum í Mentamálaráðnum, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Regin er 37 ára gamal og útbúgvin lærari, umframt útbúgvin í leiðslu v.m. Hann hevur m.a. starvsroyndir sum varaskúlastjóri og stjóri í Skúlanum á Giljanesi og sum stjóri á Námi.

Í Skúlanum á Fløtum ganga 775 næmingar í 1. – 9. flokki. Bygnaðarliga er skúlin skipaður við trimum sporum í 1. - 7. flokki og fimm sporum í 8. og 9. flokki, umframt sertilboðið 4-10. Fleiri enn 100 starvsfólk eru í skúlanum. 

Skúlin húsast í løtuni á 6 eindum í býnum, og í 2020 flytur skúlin inn í nýggja bygningin, ið er í gerð úti á Fløtum.

placeholder

Meira langlesnaður