Føroyski laksurin er reinur

2016-06-27 08:59 Author image
Dimma

Heilsufrøðiliga starvssstova hevur kannað føroyska alilaksin, tí tað er álagt Føroyum við veterineravtaluni frá 2011 við ES. Við hesum er álagt Føroyum at kanna eftir, um tøkufiskur  inniheldur heilivágsleivdir, og at alifiskur undir framleiðsluni ikki verður viðgjørdur eftir ólógligum evnum. Onnur fremmand evni í alifiski skulu verða undir einum ávísum markvirði.

Yvirvøkan hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni av føroyskum alifiski hevur ikki ávíst nakrar leivdir av heilivági ella onnur ólóglig evni í árinum frá 2001 - 2015. Sýni kannað fyri tungmetal vístu lág virði fyri kyksilvur, kadmium og blýggj.

Nøgdin av lívrunnum evnum, so sum PCB og dioksin, var eisini lágt í øllum sýnum. Viðvíkjandi leivdum av antibiotika í livur og vødda, so vóru øll sýni negativ. Samlaða tali av sýnum í 2015 vóru 576. Ætlandi vera umleið 600 sýnir tikin í ár.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður