Rekrutteringstrupulleikar í føroyska heilsuverkinum

Rekrutteringstrupulleikar í føroyska heilsuverkinum

2017-07-02 17:01 Author image
Petur Ellefsen, fyrrverandi yvirlækni

Bæði innan kommunulæknaskipanina og innan sjúkrahúsverkið hevur stóri trupulleikin verið, at tað ikki er eyðnast at rekrutera serlæknar í almen medisin til kommunulæknastørvini, og serlæknar í ymisku sergreinunum til sjúkrahúsverkið.

 

Serlæknar í Almen Medisin (kommunulæknar)

Stórur tørvur er á kommunulæknum í føstum starvi. Í løtuni eru bert 18 av 30 størvum sett við læknum í føstum starvi. Okkurt er gjørt fyri at bøta um støðuna, men lítið hevur hjálpt.

Síðani vaktskipanin varð broytt við vakthavandi kommunulækna á Landssjúkrahúsinum og ”bakvakt” í tilkalling, eru vaktviðurskiftini avgerandi broytt. Við hesum tykist áhugin fyri at útbúgva seg til kommunulækna vaksandi.  Við núverandi útbúgvingarstørvum, sum fevna um 5 ár, tekur tað sjálvandi nógv ár, áðrenn tørvurin er nøktaður. Tí er neyðugt, at útbúgvingarstørvini í heilsuverkinum vera so nógv sum møguligt.

At stórur partur av hesi útbúgving kann takast í Føroyum, hevur eisini økt um áhugan. At ikki øll tann kliniska útbúgvingin kann takast í Føroyum, er nokk grundað á vánaliga normering á ávísum serdeildum á Landssjúkrahúsinum.

Skipanin av Heilsudeplum hevur helst eisini hjálpt uppá arbeiðsviðurskiftini hjá kommunulæknunum. Tá ein hoyrir teir potentiellu umsøkjarnar til ósettu størvini, er tað teirra ynski, at 2-3 læknar sita saman, hvør við ábyrgd av egnum sjúklingum og starvsfólki (sjúkrarøktarfrøðingi og/ella skrivara). Um aðrir serfrøðingar sita í sama bygningi, er ikki so avgerandi fyri læknarnar.

Hugskotið um fastlønarskipan, fyri at spara pening, tekur kommunulæknaskipanin ikki undir við. Um øll kommunulæknastørvini eru sett við passaligum sjúklingatali, kann tað kanska umhugsast, men ikki, um hvør lækni skal taka sær av nógv størri tali av sjúklingum. Tað er útlitið til eitt alt ov stórt tal av sjúklingum, sum helst heldur útbúnum læknum frá at søkja leysu størvini.

Fyri summar av umsøkjarunum hevur møguleiki fyri parttíðarstarvi áhuga og sum fyri allar læknar, hevur vakttíttleikin og eftirútbúgvingarmøguleikin nógv at siga.

Vónandi verða potentiellu umsøkjararnir til kommunulæknastørvini tiknir meira við uppá ráð, tá primera heilsutænastan skal umskipast.

 

Serlæknar til sjúkrahúsverkið

Áhugin fyri at søkja serlæknastarv í føroyska sjúkrahúsverkinum tykist minkandi. Hetta rakar í løtuni Landsjúkrahúsið meint. Røntgendeildin og ortopediska økið eru bestu dømi um hetta. Hendan ónda ringrásin er ein stór hóttan fyri føroyska sjúkrahúsverkið.

Tá serlæknamanningin er komin so langt niður sum á nevndu deildunum, har skjótt eingin serlækni  er í føstum starvi, verður tað ein stór avbjóðing at fáa umsøkjarar.

Mest eyðsýndu treytirnar fyri at fáa umsøkjarar, eru nokk ikki so truplar at fáa eyga á:

  1. Kappingarfør lønarviðurskifti, fastløgd í sátmála á hædd við tann danska.
  2. Kappingarfør arbeiðsviðurskifti.
  3. Rímulig vaktviðurskifti (minimum 3-skifti vakt)
  4. Møguleikar fyri nøktandi eftirútbúgving.
  5. Møguleikar fyri nøktandi útbúgving av yngri læknun og øðrum starvsfólki.
  6. Møguleikar fyri gransking.
  7. Møguleiki fyri sáttmálabundnari frítíð og avspáking.

Sambært álitinum um nýskipan av heilsuverkinum, liggja føroysku lønirnar fyri serlæknar og sjúkrarøktarfrøðingar 10-15 % lægri enn í grannalondunum.

Í 2017 krevur ein yvirlækni við vaktskyldu, at vaktbyrðan ikki er tyngri enn 3.-4. hvørt døgn, og at møguleikarnir fyri at viðlíkahalda sínar kvalifikatiónir eru nøktandi.

Eitt fyribrigdi, sum ger seg meira og meira galdandi, er subspesialisering innan ymisku grein-spesialini. Jú meira specialiseraðir læknarnir eru, jú meira er brúk fyri, at teir sita á sama sjúkrahúsi og supplera hvønnannan. Við nøktandi normering innan ymisku serlæknaøkini, kann ein hugsa sær eina ávísa ”subspesialisering” ella áhugaøki á deildunum. Neyðugt verður tó við konsulentskipan av subspesialiseraðum greinspesialistum. Hetta fyri at sleppa undan at senda so nógvar sjúklingar av landinum, og fyri eftirútbúgving av føstu serlæknunum.

Fyri Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum má leggjast afturat, at neyðugt er við nøktandi møguleikum fyri arbeiði á skurðgongini. Fyri kirurgisku serlæknarnar er avgerandi neyðugt við nøktandi skurðtíð. Hetta krevur, at fleiri skurðstovur verða tiknar í brúk, og eina uppnormering á skurðgongini, eisini av øðrum starvsfólki, serliga sjúkrarøktarfrøðingum.

Eisini er neyðugt at endurmanna kirurgisku millumvaktina.

Nevndu treytirnar frammanfyri eru generellar, men nokk bert realistiskar fyri Landssjúkrahúsið. At fáa tey smærru sjúkrahúsini (KS og SS) at passa inn í eitt nútíðar/framtíðar sjúkrahúsverk, við fullari døgnmanning, er trupult.

 

Smærru sjúkrahúsini (KS og SS)

Ógvuliga ymiskt er, hvørji ynski og ætlanir eru fyri tey smærru sjúkrahúsini, líka frá útbygging við egnum serdeildum, til opna skaðastovu fyri lokaløkið, mannaða við yngri læknum. Aftaná orðaskiftið um sjúkrahúsverkið tykist greitt, at vit framvegis koma at hava trý sjúkrahús við fullari døgnmanning. Ein stjóri skal setast afturat fyri alt sjúkrahúsverkið. Hetta fyri at samskipa  kapasitetin í samlaða sjúkrahúsverkinum. Ein felags visiatión. Dagkirurgi skal vera á KS og SS. Akut kirurgi skal bert vera á LS. Læknamanningin á SS og KS skal helst vera sum nú, við yvirlæknum í bakvakt og yngri læknum í forvakt. Opin skaðastova skal so virka sum avlastning av kommunulæknavaktini.

Einki at siga til, at løgtingslimir berjast fyri at varðveita almennu arbeiðsplássini í lokaløkinum. Tað verður so upp til ein meiriluta á Løgtingi at meta um, hvussu vit fáa mest fyri hvørja krónu – hvussu vit mest rationelt og trygt skipa okkara heilsuverk.

Ein lúrandi hóttan móti einum framtíðar sjúkrahúsverki eru lokalpolitisku ynskini um at leggja ymisk serlæknaøki út á KS og SS. At hava fleiri spesialiseraðar serdeildir við serlæknum í døgnvakt á trimum sjúkrahúsum fyri 50.000 íbugvum, er neyvan eitt gott hugskot.

Komandi broytingar koma ikki eftir einum ella trimum árum. Tað sum er meira áhugavert, og sum  kann kennast ræðandi, er, hvussu sær út um t.d. 10 ár.

 

Hvat er so at gera?

Landssjúkrahúsið (LS) er og verður bulurin i føroyska sjúkrahúsverkinum. Landssjúkrahúsið kemur at vísa á hvørjum støði – á hvørjum ambitiónsniveau – okkara politiski mynduleiki vil hava okkara sjúkrahúsverk at liggja.

Neyðugt verður neyvt at fastleggja 1. hvørjar deildir og hvørji serlæknaøki skula vera, 2. hvør manning skal vera, og 3. hvør vaktbyrða skal vera. At 4. sáttmálaviðurskifti og áðurnevndu arbeiðsviðurskifti eru á hædd við t.d. tey donsku,er sjálvsagt. Tað er fyrst og fremst teir, vit skula kappast við um serlæknarnar.

Avgerandi fyri rekrutteringina av serlæknum verða tey signal, sum koma frá politiska myndugleikanum í komandi orðaskifti. Eitt signal, sum greitt sigur í hvønn mun okkara politiski myndugleiki vil fremja nevndu átøkini. Potentiellu umsøkjararnir, undir útbúgving, koma at sita undir hvørjum orði. So mikið hava vit sæð, seinast frá brævi, undirritað av sløkum 30 serlæknalesandi. Hesi kunnu jú lættliga fáa fast starv uttanlands – og kanska koma heim sum konsulentar í einar tvær vikur av og á.

Sambært útrokningum, sum Læknafelag Føroya hevur gjørt, eigur talið av serlæknum fyri okkum 50.000 íbúgvar at vera nærum tað dupulta, um vit rokna í mun til t.d. Danmark.

At hækka talið av normeraðum serlæknun til 65-70 krevur hægri játtan. Í løtuni arbeiða 32 serlæknar á Landssjúkrahúsinum, av hesum eru 12 omanfyri 60 ár. Afturat eru 15 størv, sum ikki eru sett, grundað á manglandi umsøkjarar. Hvussu stórt neyðuga talið verður, veldst m.a. um, hvørjar uppgávur smáu sjúkrahúsini koma at hava í framtíðar sjúkrahúsverkinum. Neyðugt er við eykajáttan uppá 10-tals milliónir árliga, um núverandi tal av deildum og serlæknaøkjum skal varðveitast. Hinvegin kann ein yvirlæknavikarur ella konsulentur kosta minst dupult so nógv um mánaðin, sum ein yvirlækni í føstum starvi.

Um politiska skipanin góðtók eina líknandi normering, yvir eitt fastlagt áramál, vildi tað uttan iva fingið føroyingar undir útbúgving at umhugsa fast starv í Føroum.

Her er bert læknamangul viðgjørdur. Um tað eyðnast at rekruttera fleiri serlæknar, verður sjálvsagt eisini neyðugt at uppnormera onnur starvsfólk, serliga sjúkrarøktarfrøðingar.

Av royndum vita vit, at politiskt orðaskifti um sjúkrahúsverkið hevur lyndi til at drukna í kegli um tey smáu sjúkrahúsini. Gott hevði sjálvandi verið, um semja kundi fingist um hvønn leiklut KS og SS eiga at hava í føroyska sjúkrahúsverkinum framyvir, men tað eigur ikki at sleppa at skugga fyri, at tað er Landssjúkrahúsið og harvið tað føroyska sjúkrahúsverkið, sum stendur fyri hóttafalli.

Nú vil tíðin so vísa, um komandi ”yvirstjórin” kann fáa eitt nútímans sjúkrahúsverk at virka eftir tørvinum í 2017 – í kørmum, sum kanska vóru hóskandi fyri 60-70 árum síðani.

 

FAKTA

Petur Ellefsen hevur verið yvirlækni á Oyrna-nasa-hálsdeildini á Landssjúkrahúsinum í 30 ár. Eitt skifti leiðandi yvirlækni á Skurðdeplinum og eitt skifti læknastjóri á Landssjúkrahúsinum.

Meira langlesnaður