Respekt, Jákup!

2016-08-25 11:54 Author image
Dimma

- Eg skal við hesum staðfesta, at alt her í lívinum fær ein enda. Eisini mín karriera sum aktivur fótbóltsspælari.

Soleiðis sigur Jákup á Borg í einari dagføring á sínum facebook-profili í dag.

- Hetta hevur verið ein fantastisk ferð. Eg havi havt eina rúgvu av góðum venjarum, spælt við einari rúgvu av góðum spælarum og – týdningarmest av øllum – eg havi møtt eini asens rúgvu av góðum menniskjum. Saman við hesum havi eg flent og grátið. Vit hava runnið og barst fyri hvønn annan, og óteljandi vinarbond fyri lívið eru knýtt hesi árini.

Jákup á Borg hevur havt trupulleikar við beinunum eina tíð, men hann hevur kortini gjørt mun í fleiri umførum, og hann eigur sín stóra leiklut í tveimum teimum seinastu meistarheitunum, sum B36 vann í fjør og fyrraárið.

Hvussu stóran týdning Jákup á Borg hevur fyri B36, er næstan ógjørligt at meta um. Eitt eru teir yvir 400 dystirnir, og tey metnógvu málini í felagsfótbólti og á landsliðnum. Eitt annað - og minst líka umráðandi - er tann støðan, hann hevur í felagnum.  Jákup á Borg hevur verið ein drívmegi í stríðnum at vinna B36 upp millum tey størstu feløgini. Hann hevur verið við á vøllinum í teimum flestu dystunum, men uttan fyri vøllin er hann ein savnandi megi, sum ongantíð er bangin fyri at taka eina hond í, har tað krevst.

Hann hevur nógva orku, hann tekur sín leiklut sum fyrimynd í stórum álvara, hann hoyrist har hann er, og hann hevur ta positivu drívmegina, sum fær onnur at taka tøk. Hann sigur tað eisini sjálvur í sínari heilsan til viðhaldsfólkini á facebook. Tað snýr seg um at standa saman í við- og mótgongd. Tað snýr seg um vinarbond og menniskju, at hava viljan at stríðast saman - og at flenna og gráta.

Tað er ein av teimum allarstørstu profilunum í føroyskum fótbólti, sum takkar fyri seg á vøllinum; men eingin trýr veruliga uppá, at hann eisini fer at takka fyri seg sum katalysator tey nógvu næstu árini. Hvør leikluturin verður, fer tíðin at vísa, men Jákup tekur eisini A-prógv sum venjari í løtuni.

--

Respekt, Jákup! Tú hevur um nakar myndað B36 fyrimyndarliga - við stoltleika og felagskenslu. Gamaní, gjørdu tú eitt legg til reyð-svørtu grannarnar, sum eisini legði afturat tínum meistaraheitum; vit hava øll størstu virðing fyri tær sum tann stóri felagsmaðurin, sum ikki bara hevur lyft B36 upp í toppin, men eisini skilir týdningin av øllum tí, sum eitt fótbóltsfelag er fyri øll rundanum - fyri býin, fyri ungdómin og børnini.

Alt tað besta, Jákup. The show must go on ;-)

Ein blaðungur Jákup á Borg í 1996 í sínum fyrsta dysti fyri besta liðið (Savnsmynd)

Jákup á Borg hevur verið føroyameistari 7 ferðir - fimm ferðir við B36 og tvær ferðir við HB. Hann hevur spælt 62 landsdystir fyri Føroyar. Fá nógv meira at vita um Jákup á faroesoccer.com her

 

    

 

placeholder

Meira langlesnaður