Reyði Krossur Føroya sendir pengar til Grønlands

Mynd av Niaqornat, áðrenn flóðalduna: wikimapia.org

Reyði Krossur Føroya sendir pengar til Grønlands

2017-06-19 17:29 Author image
Innsent

Reyði Krossur í Føroyum hevur tikið avgerð um at senda 200.000 krónur sum neyðhjálp til vanlukkurakta økið eftir flóðalduna í Grønlandi. Tað upplýsir felagsskapurin í skrivi sent miðlunum.

Felagsskapurin skrivar soleiðis um orsøkina til hjálpina:

"Hervilig flóðalda rakti um vikuskiftið bygdirnar Illorsuit og Niaqornat við Uummannaq-fjørðin. Fýra fólk eru saknaði, og neyðugt hevur verið at flyta fólk burtur úr bygdunum, tí húsini eru skolaði burtur ella illa farin. Eisini verður mett, at vandi er fyri, at fleiri flóðaldur kunnu raka eisini aðrar bygdir í økinum. Orsøkin til flóðalduna sigst nú vera, at skriðulop hevur verið í økinum tætt við fjørðin. Í slíkum støðum er skjót hjálp neyðug. Tí hevur Reyði Krossur Føroya í dag gjørt av at senda 200.000 krónur til Reyða Kross í Grønlandi, sum so syrgir fyri, at pengarnir koma teimum røttu til hjálpar".

placeholder

Meira langlesnaður