Reyði krossur og landsstýrið senda 1,5 millión til flóttafólk í Sýria

2016-06-20 10:57 Author image
Dimma

Føroya Landsstýri og Reyði Krossur Føroyar hava gjørt samstarvsavtalu, har tey lata tilsamans 1,5 millión krónur til humanitera neyðhjálpararbeiðið í Sýria.

Hetta skriva bæði Reyði Krossur og Uttanríkisráðið í tíðindaskrivi. Føroya landsstýri letur eina millión, og Reyði krossur letur hálva millión til neyðhjálpararbeiði í Sýria.

Reyði Krossur Føroya sendir neyðhjálpina úr Føroyum gjøgnum danska Reyða Kross, ið hevur starvsfólk í Sýria, sum virkið arbeiða við neyðhjálpararbeiðinum í tøttum samstarvi við Sýrisk Arabiska Reyða Hálvmána.

Neyðhjálpin úr Føroyum fer beinanvegin til at tryggja vetrarneyðhjálpina til tey, sum eru innanhýsis burturrikin og liva sum flóttafólk í egnum landi. Veturin í Sýria byrjar í november. Veturin í Sýria er slavin og kaldur. Neyðugt er, at fólk fyri at yvirliva fáa vart seg móti regninum og kuldanum. Tey mugu sleppa innandura antin í hús, tjøld ella undir presendingar. Teimum tørvar madrassur at liggja á, teppir at halda seg heit við, mat, klæðir og vatn. Eisini tørvar teimum reinførislutir so sum sápu, tannbustir og reinførisbind til kvinnurnar, so tey kunnu hava virðileika í ræðuleikanum. Tí alneyðugt, at heimssamfelagið longu nú tryggjar grundleggjandi og vælfyriskipaða neyðhjálp sum kann vera á staðnum, tá veturin byrjar.

Kríggi í Sýria hevur birt undir størstu og álvarsamastu flóttafólkastøðu í heiminum síðan seinna heimsbardaga. Mett verður nú, at 13,5 milliónir fólk – 80 prosent – av sýriska fólkinum hava tørv á humaniterari hjálp.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður