Rigmor til Rio

2016-09-03 14:46 Author image
Sigmund Vang

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, verður til staðar, tá paralympisku leikirnir verða settir í Rio í næstu viku. Hon verður eisini við, tá føroyska umboðið, Krista Mørkøre úr Klaksvík, fer í hylin til fyrstu svimjikappingina, sum verður fríggjamorgunin tann 9. september. Tað sigur Mentamálaráðið í tíðindaskrivi sent miðlunum.

- Hetta er ein einastandandi møguleiki at sleppa at uppliva og at stuðla einum av okkara fremstu ítróttarfólkum. Krista Mørkøre er ein sonn fyrimynd, eitt ævintýr, tí hóast hon er skerd, so miðar hon eftir stjørnunum. Tað kunnu vit øll læra av, sigur Rigmor Dam, sum verður burturstødd 5.-12. september.

Føroyar hava verið við í paralympisku leikunum frá tí, at teir byrjaðu í 1984, og Føroyar hava fullan limaskap í altjóða paralympisku nevndini. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, er verja hjá Ítróttasambandinum fyri brekað (ÍSB) og er boðin við sum alment umboð.

Leikirnir verða settir 7. september. Til setanina verður Merkið borið inn undir liðini á øðrum fløggum, og vinnur Krista onkra kapping, so verður føroyski tjóðsangurin spældur.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður