Vandi at ríkisfelagsskapurin verður upploystur

2016-05-28 21:00 Author image
Dimma

Tá føroyskir politikarar vóru um at vera til reiðar at leggja uppskotið um eina stjórnarskipan fyri løgtingið í 2011, bakkaðu teir aftur í seinastu løtu.

Danska løgmálaráðið hevði skrivað eitt notat: ein føroysk stjórnarskipan má vera innan karmarnar í grundlógini.

Síðani hava serliga Tjóðveldi og Sambandsflokkurin givið hvørjum øðrum skuldina fyri, at arbeiðið datt niðurfyri.

Fimm ár eru gingin, og arbeiðið at gera eina stjórnarskipan fyri Føroyar er uppafturtikið. Men danska stjórnin hevur ikki broytt hugsan. Bæði undanfarni forsætisráðharri, Helle Thorning-Schmidt, Socialdemokraterne, og sitandi forsætisráðharri, Lars Løkke Rasmussen, Vinstri, eru ógvuliga avgjørd: Ein føroysk stjórnarskipan má vera innanfyri karmarnar í grundlógini.

Ríkisfelagsskapurin riggar í fleiri førum væl, men arbeiðið við eini stjórnarskipan er tekin um, at tað eru nakrar álvarsligar ósemjur í ríkisfelagsskapinum, sum kunnu gerast avgerandi fyri felagsskapin.

- Tað er trupult at semjast um fleiri grundlógir í ríkinum, tí síggi eg nógvar trupulleikar fyri framman, sigur Uffe Østergaard.

Lesið longri samrøðu í blaðnum

  

  

placeholder

Meira langlesnaður