Ríkisfelagsskapurin á einum vegamóti

2016-05-20 15:04 Author image
Dimma

Aðalorðaskiftið í fólkatinginum um ríkisfelagsskapin bar boð um, at ríkisfelagsskapurin hevur stóran týðning fyri politisku skipanina á Christiansborg. Aðalorðaskiftið vardi í fýra tímar og framsøgumenninir hildu seg ikki aftur, tá teir tóku orðið.

Boðskapurin um, at Føroyar mugu gera eina stjórnarskipan sum er innanfyri karmarnar í grundlógini var fleiri ferðir tikin fram fyri at minna føroyingar á, at skulu Føroyar framvegis vera í ríkisfelagsskapinum, so er neyðugt at halda seg innan fyri grundlógina.

Aðrir brúkti eisini høvið til at vísa á aðrar møguleikar. Ein teirra er Rasmus Norðqvist úr Alternativa Flokkinum, sum heldur, at tørvur er á nýhugsan innan ríkisfelagsskapin.

- Vit standa á einum vegamóti, og ynskja Føroyar eina stjórnarskipan, so eiga vit at stuðla tí. Vit áttu eisini at umhugsa, um vit kunnu gera eina nýgga skipan. Eitt boð kundi verið skipanin “Free Association”, sigur Rasmus Nordqvist.

Free Assocition er ein skipan, sum Siumut í Grønlandi hevur tosað um í nógv ár. Eisini Fólkaflokkurin segði seg undan valinum í fjør stuðla einari slíkari skipan.

Free Associtioan er ein felagsskapur millum sjálvstøðug lond í einum samveldi.

 

Ósemja um uppskot

Aðalorðaskiftið endar við, at flokkarnir, ella ein meiriluti, tekur undir við einum uppskot til samtyktar, sum stjórnin skal arbeiða eftir. Vanliga er bert eitt ella tvey uppskot. Hesuferð vóru trý uppskot.

Í uppskotinum hjá meirilutanum verður millum annað sagt, at fólkatingið viðurkennir, at Føroyar og Grønland gera sína egnu stjórnarskipan, sum er innan fyri karmarnar í ríkisfelagsskapinum.

Hesum tók Magni Arge ikki undir við, og heldur ikki Christian Juhl, úr Eindarlistanum, og Karsten Hønge, úr SF, vildu atkvøða fyri hesum uppskotinum.

Christian Juhl og Karsten Hønge gjørdu tí sítt egna uppskot, har tað stendur, at Føroyar og Grønland kunnu uttan avmarkingar arbeiða við eini stjórnarskipan.

Kortini so vóna hesir báðir tinglimirnir, at Føroyar verða verandi í ríkinum.

- Vit røkka longur saman enn hvør sær, sigur Karsten Hønge.

Danski Fólkaflokkurin skýtur hinvegin upp, at fólkatingið heitur á forsætisráðharran um at samstarva við løgmann og landsstýrisformannin um at seta eina nevnd at styrkja ríkisfelagsskapin.

- Vit mugu semjast um framtíðina í ríkisfelagsskapinum, sigur Søren Espersen.

placeholder

Meira langlesnaður