Ríkisfelagsskapurin miðdepilin í frágreiðing um uttanríkispolitikk

Mynd: Kaj Joensen

Ríkisfelagsskapurin miðdepilin í frágreiðing um uttanríkispolitikk

2016-05-06 00:00 Author image
Dimma

Føroyar og Grønland eru ítøkiliga nevndar í eini frágreiðing um framtíðar uttanríkispolitikkin hjá Danmark. Peter Taksøe-Jensen, sum hevur gjørt frágreiðingina, segði, at vit liva í eini rembingartíð.

Frágreiðingin bleiv løgd fram í danska uttanríksráðnum mánadagin 2. mai.

Hann legði stóran dent á, at Danmark eigur at umhugsa at brúka minni orku til at luttaka í kríggi og samstarvi um áhugamál, har Danmark ikki hevur ein beinleiðis áhuga, og heldur leggja størri dent á Arktis.

- Kongaríkið eigur at raðfesta lutin í Arktis til frama fyri friðarligum og fíggjarligum burðardyggum framburði, sum er til gagns fyri tey í ríkinum og fólkunum í Grønland og í Føroyum. Tað krevur størri samstarv innanhýsis í kongaríkinum, men eisini í altjóða høpi fyri at gagnnýta teir møguleikar, kongaríkið hevur sum arktiskt stórveldi, stendur í frágreiðingini.

 

Uttanríkispolitiskt orðaskifti

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, heitti í fjør á Peter Taksøe-Jensen um at skriva eina frágreiðing, sum skal vera grundarlag undir samráðingunum um eina nýggju semju um verjupolitikkin eftir 2017.

Peter Taksøe-Jensen hevur staðið á odda fyri arbeiðnum.

Peter Taksøe-Jensen er ambassadørur í India. Hann hevur drúgvar royndir sum embætismaður í uttanríkisráðnum og hevur arbeitt sum ambassadørur í USA.

Hann var eisini ein av teimum, sum var við í arbeiðnum at gera uppritið, sum Anders Fogh Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri, brúkti sum grundgeving fyri at fara í kríggj í Irak.

Nú stendur Peter Taksøe-Jensen aftur á odda fyri einari frágreiðing, sum fer at elva til orðaskifti.

Í sambandi við frágreiðingina verður varpað ljós á fimm uppskot sum tey mest umráðandi:

 

- Verjan skal hava fleiri pengar

- Neyðhjálpin skal brúkast uttanlands

- Ein serlig stjórnarnevnd skal taka týðandi avgerðir í sambandi við kríggj og ósemjur

- Ikki fara í kríggj hvørja ferð USA og ST biðja um tað

- Áhugamál mynda uttanríkispolitikkin

 

Í sambandi við seinasta punktið verður stórur dentur lagdur á Arktis. Peter Taksøe-Jensen sigur, at Danmark eigur at brúka 120 milliónir um árið til verjuuppgávur í Arktis.

Dentur eigur at verða lagdur á mál, sum hava beinleiðis ávirkan á Danmark. Tað merkir, at størri fokus eigur at verða lagt á økini nærhendis Danmark og i danska ríkinum.

Hann leggur stóran dent á, at áhugin fyri arktiska økinum er nógv vaksin seinnu árini, og tí er tað umráðandi, at Danmark er sjónliga til staðar.

So mugu onnur mál víkja. Millum annað heldur Peter Taksøe-Jensen, at Danmark ikki skal brúka orku uppá at fáa Ísrael og Palestina at skriva undir eina friðaravtalu.

 

Tørvur á samstarvi

Arktis hevur fingið nýggjan geopolitiskan týdning, og fleiri lond gera eisini krav uppá sjóøkir. Tað hevur við sær politiskan spenning millum londini í Arktiska Ráðnum.

Danmark, sum limur í Arktiska Ráðnum, hevur ábyrgdina av, saman við hinum londunum í ráðnum, at loysnir verða funnar á ósemjum. Í Ilulissat-skjalinum frá 2008 binda londini seg taka avgerðir sum hava loysnir við við sær.

Russland hevur í fleiri førum provokerað NATO. Javnan er at hoyra, at russisk flogfør hava gjørt seg inn svenska og danska luftrúmið.

Í frágreiðingini verður sagt, at tað er ósannlíkt, at vápnaðir bardagar vera í arktiska økinum. Men ótilrokniligi framferðarhátturin hjá Russlandi kann ávirka trygdarpolitisku støðuna í Arktis.

Peter Taksøe-Jensen sigur, at londini í ríkisfelagsskapinum mugu gera eina størri íløgu í samstarvið í ríkisfelagsskapinum.

- Tað er tørvur á einum altjóða samstarvi. Tað krevur meiri orku, og fleiri fólk áttu at verið sett í starv í danska uttanríkisráðnum at taka sær av hesum. Danmark, Føroyar og Grønland mugu arbeiða meira strategiskt við arktiska samstarvinum. Tørvur er á meiri gransking í økinum, sjóbjarging og eftirliti, sigur Peter Taksøe-Jensen.

 

Danmark hevur brúk á Grønlandi og Føroyum

Uttan Grønland og Føroyar var Danmark ikki limur í Arktiska Ráðnum. Føroyar og Grønland eru limir í ráðnum umvegis Danmark, men tilsamans hevur ríkið eina atkvøðu, og hana hevur Danmark.

Í frágreiðingini hjá Peter Taksøe-Jensen verður eisini lagdur stórur dentur á, at Danmark hevur brúk fyri Føroyum og Grønlandi.

Serliga Grønland verður nevnt sum strategiskt umráðandi.  Aftaná USA og Kanada er danska ríkið triðstørsta landaøkið í NATO.

“Øll londini í Arktiska Ráðnum hava tørv á styrkja hernaðarligu hjáveruna fyri at tryggja arbeiðið hjá mynduleikunum og uppihalda fullveldinum,” stendur í frágreiðingini.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður