Ringrás fekk Grønu gávuna frá Etika

Ringrás fekk Grønu gávuna frá Etika

2017-04-30 14:57 Author image
Dimma

Grøna gávan frá Etika er peningur fyri sølu av vatni á matstovuni Etika, sum óskerdur verður latin einstaklingi, fyritøku, stovni ella felagsskapi, til umhvørvisendamál. Í 2017 er henda upphæddin kr 44.120 krónur.

Grøna gávan frá Etika 2017 verður latin felagsskapinum Ringrás í ár.
Ringrás er ein nýggjur umhvørvisfelagsskapur, sum uppá stutta tíð hevur megnað at varpað ljós á burturkast og órudd kring Føroyar við serligum denti á plastburturkast.  


- Ítøkiliga merkir tað millum annað, at vit í næstum fara undir at byggja eina heimasíðu til Ringrás (www.ringras.fo), sum skal vera heimstaður fyri okkara umrøðu og viðgerð av umhvørvis- og náttúruviðurskiftum - í Føroyum og úti í heimi - í greinum, samrøðum, myndum og filmsbrotum. Heimasíðan verður pallurin, hagani vit fara at reka okkara átøk, umframt at vera ein vitanarmiðdepil um viðkomandi gransking, hagtøl og vegleiðingar um avbjóðingarnar og trupulleikarnar, sum okkara liviháttur og samfelagsskipan innibera, og hvussu vit kunnu slóða fyri einari øðrvísi og betri framtíð, har samljóð er millum samfelag og náttúru, sigur felagsskapurin.

placeholder

Meira langlesnaður