Røða: Lívið ið ferð eftir ferð vil sigra

Røða: Lívið ið ferð eftir ferð vil sigra

2017-10-14 12:46 Author image
Torbjørn Jacobsen

Røða hjá Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, á móttøku fyri nýggja stjóranum á Roðanum, Jóngerð Guttesen, og fráfarandi stjóranum, Tordi Niclasen:

--

Ein tann flottasta føroyska yrkingin er Til Boga og allar nýføðingar hjá Jóanesi Nielsen. Seinastu strofurnar staðfesta so serliga vakurt, hvussu alt livandi endurskapast í eini endaleysari lívgevandi kringekju: ”Títt lív søta barn, er ikki ein spurningur, men eitt svar ein játtan, dreymurin ið gerst veruleiki, lívið ið ferð eftir ferð vil sigra.” Rákin av vón, menning og framtøku rekur úr skaldskapinum, og táið lívið sigrar ella fer at sigra ferð eftir ferð, hava vit skyldu til at brúka tað á skilabesta hátt – fyri mannaættina og annars alt livandi í Guðs Skapanarverki.

Dagurin í dag er eitt av markamótunum í eini drúgvari søgu. Tað er vaktarskifti á brúnni í Roðanum, Tordur Jóhannes Jørdal Niclasen er farin niður ígjøgnum leytaran og upp ígjøgnum sama leytara er komin Jóngerð Guttesen. Vit lesa hjá Prædikaranum um ættarliðini, sólina, vindin og áirnar og mest kend er staðfestingin: ”Tað, sum hevur verið, tað skal verða, og tað sum hevur hent, tað skal henda; onki er nýtt undir sólini.” Heldur ikki tað, at lívið hjá tí einstaka gongur frá vøggu í grøv, er nýtt undir sólini. Kortini er tað ymiskt hvussu samfeløgini hava skipað seg sum frægast í mun til ættarliðini og fyritreytirnar kring um tey og samanhangin ímillum hesi.

Júst kringumstøðurnar eru nógv broyttar í okkara tíð. Seinastu stórthundrað árini er størsta broytingartíðin í Føroyum farin fram, har vit hava flutt okkum frá eini búskaparskipan til eina aðra. Bóndasamfelagið og feudalskipanin viknar, táið ein kapitalistisk búskaparskipan loysir av við fiskivinnu og ídnaðargerð sum grundarlagi. Fólkatalið 10-faldast í hesum tíðarskeiðnum, og tað setur onnur og størri krøv til tær skipanir, ið til eina og hvørja tíð skulu halda samfelagnum á rættari kós, tað veri seg kommunur ella landsstjórn.

Eitt húsarhald, eisini í mínum ungu døgum, var sum eitt heilt samfelag, har fleiri ættarlið húsaðust. Mammurnar vóru heima og ansaðu børnunum, kjøtpottatíðin vildi onkur sagt, og táið hesi vóru so fræg, hjálptu tey til og tóku eina hond í, gerandisliga, í hesum mikrosamfelagnum. Gjørdust foreldrini hjá mammum og pápum meiri og minni óhjálpin, vóru tað aftur hesar somu mammur, nú konverteraðar til døtur ella verdøtur, sum fyri tað mesta stuðlaðu, fyri ikki at siga, tóku sær av mammum og pápum ella verforeldrum, og onkuntíð rakk hesin solidariteturin longur upp í familjuhierarkiið - til næsta livandi ættarliðið. Ein strævin tíð, men ein vinningur av hesum var, at fleiri ættarlið samskiftu sínámillum. Mentanin og málið vórðu latin ímillum ættarliðini við døgverða- og náttverðaborðini – har, uppi yvir trognum, yvirleveraðu tey tilkomnu teimum yngru samfelagið bókstaviliga, framdu kálvføðingina, uttan hóvasták og uttan at geva sær far um, at hetta var ein nátúrlig gongd í lívinum, sum ferð eftir ferð fór at sigra. Ivist í um sama barlastin fæst í institutiónunum, har øll senda á sama frekvensi og ganga við somu antennum uppi á skallanum. Í hvussu er fækkast originalarnir, og tað er mikið spell fyri samfelagsins organiska litbrigdi.

Krøvini og nýggj rák í tíðini taðaðu hetta gamla modellið sundur í tógva lutir. Nýggja og meiri framkomna samfelagið, ídnaðurin, hevði tørv á meiri arbeiðsmegi til áhaldandi og meiri menning, vit siktaðu eftir vælferðarsamfelagnum, tí skandinaviska samfelagssniðnum, og tað heilt stóra potentialið í so máta vóru mammurnar, kvinnurnar, konurnar, helvtin av fólkameinginum, sum nú seyraðu út á skipaða arbeiðsmarknaðin til eitt heilt annað og nýtt lív. Forloysing av øgiligari megi. Tað, at kvinnurnar komu út á arbeiðsmarknaðin, man vera størsti einstaki vinningurin fyri føroyska samfelagið, síðani skiftið í búskaparskipan frá feudalinum til hitt modernaða fiskivinnusamfelagið. Ein megi sum ikki mátast, men saman við væl munadyggari skúlaskapi, mentum undirstøðukervi á sjógvi og landi og einum vinnulívi í framtøku, er hetta meginbulurin undir teimum nýggju Føroyum, sum tímiliga eru ímillum ríkastu lond í heimi at rokna.

Nýggjar tíðir krevja nýggjar og aðrar skipanir. Eitt livandi samfelag í áhaldandi skifti krevur, at ábyrgdarfólk aksla síni skinn og møta avbjóðingunum, har tær eru, og leggja lunnarnar, alt eftir hvussu hildið verður, at samfelagið frameftir kann gerast ein betri staður hjá okkum øllum at búleikast í. Ella sum skálvíkingurin Kristian Osvald Viderø, prestur og rithøvundur, segði í gitnu ólavsvøkuprædikuni: “Ja, nógv ræður um tykkum stavnabúgvar, um hendan siglingsferð skal eydnast ella ikki – tað ræður um at standa støðugt á varðhaldi, at líta út so víðan og djúpt inn í náttarmyrkrið og kavaroksódnirnar, allar vegir, har vandar liggja á loynum – einans hugsa um at finna veg og ryðja rás og ikki unna sær matnáðir ella blund í eyguni.” Stavnabúgvin skuldi vera sum Móses, helt Viderø fyri, ið valdi at tola ilt saman við fólki Guðs, heldur enn at hava eina stutta syndanjóting í Egyptalandi.

Einaferð gjørdi hin nýggja tíðin eisini vart við seg um okkara leiðir. Fólk fóru at hugsa um hvussu tyngstu húsligu arbeiðsbyrðarnar kundu skeklast av herðunum á nýggju arbeiðsmegini í ídnaðarsamfelagnum, og miðskeiðis í hinari øldini síggjast konturarnir av tí, sum koma skuldi. Kongshavnar Kvinnufelag stríddist leingi, við hini legendarisku frummegini úr Lamba, Elsu Súsonnu, gift Klæminti á Bakka, á odda, fyri at fáa barnaansing í lag. Tað eydnaðist, og hetta er uppruna jørðildið undir eini vælskipaðari kommunalari ansingarskipan í okkara tíð. Um sama mundið fara fólk í økinum at hugsa um, hvussu samfelagið kann skipast fyri tey eldru og serliga tey óhjálpnu.

Longu seinast í 50´árunum taka menn og kvinnur seg saman fyri at røða um málið. 5. januar 1961 varð kallað saman til fundar, og prógvið fyri, at útgangsstøðið var okkara kristni siðaarvur var, at fundurin byrjaði við at lisið var úr hinum almenna brævi Jákups: ”Hvat gagnar tað, brøður mínir, um einhvør sigur seg hava trúgv, men hann ikki hevur gerningar? Man trúgvin kunna frelsa hann? Um ein bróðir ella ein systir eru nakin, og teimum vantar dagliga føði, og einhvør tykkara sigur við tey: «Farið í friði, vermið tykkum og etið tykkum mett!» men tit ikki geva teimum tað, sum likaminum tørvast, hvat gagnar tað? Líkaleiðis eisini trúgvin; um hon ikki hevur gerningar, er hon deyð í sjálvari sær.” Hesi fólkini, sum taka stigið, stóðu trúarliga á klettagrund og høvdu eitt magnfult sosialt tilvit, men ymsar orsøkir eru til, at málið kemur nakað í drag, t.d. tað at ellisheim vera fyrireikað í Miðvági og á Tvøroyri um hetta sama mundið, tí bar ikki til at koma inn í tær almennu skipaninar um somu tíð sum hesar verkætlanir vóru framdar í verki. Men eldur var komin úr eimi, og ligið var ikki á boðunum.

Meðan ungdómsbyltingin herjar í Europu og seinri í Føroyum – í 1968 – verður Lions Club Eysturoy sett á stovn. Fyrsta átak felagsins var til frama fyri eitt Røktar- og Ellisheim í Eysturoy. Árið eftir verður fundur skipaður ímillum felagið, umboð fyri nevndina frá 1961 og kommunurnar í Eysturoy. Ein fyribils starvsnevnd var vald á hesum fundinum og í hana komu Sigvald Kristansen av Skála, Pauli E. Joensen av Skála og Meinhard Hansen av Nesi. Hin 25. mars 1980 fekk nevndin at vita frá Vilhelmi Johannesen, landsstýrismanni, at farast kundi undir endaligu fyrireikingarnar til ætlaða heimið. Hin 7. mai 1980 skipaði nevndin fyri fundi við umboðum fyri allar kommunurnar í oynni, og vald var ein bygginevnd. Í hana vóru vald: Niklas Foldbo, Hans Jacobsen, á Bakka, Pauli E. Joensen, Jákup E. Jacobsen, Sigvald Kristiansen, Poul Olsen og Sørin Hansen, sum kom í nevndina fyri Meinhard Hansen, sum fór av landinum í arbeiðsørindum. Arbeiðið var sera væl skipað, og longu hin 4. september 1982 var grundarsteinurin lagdur. Søgan er ikki skrivað, nógvar personasjur hava átt ein leiklut í hesum máli, men ongin ivingur er um, at Niklas Foldbo, sum formaður í bygginevndini, Hans á Bakka sum formaður í stýrinum frá 22. september 1981, og Sigvald Kristiansen, sum formaður í fyribilsnevndini, umrødd omanfyri, hava verið lunnadragarar og meginfigurar í tí, at royndin eydnaðist so sera væl.

Hans á Bakka sigur í røðu, táið Eysturoyar Røktar- og Ellisheim varð tikið í nýtslu, at kostnaðurin var áleið 34 milliónir krónur, og at hesin var fíggjaður við 90%´um frá landinum og 10%´um frá kommununum í Eysturoynni. Raksturin skuldi fíggjast við 85%´um frá landinum og 15%´um frá kommununum. Tað merkisverda við hesi bygging var, at hon í mun til almennar og kommunalar byggingar í okkara tíð, hevði eitt avlop á 4,6 milliónir krónur, enntá eftir at goldnar vóru 2,2 mió. kr. í meirkostnaði í mun til ætlanina. Hesa søguna veit verkfrøðingurin Niklas Foldbo, sum hevur munað dygt í mongum leiki um okkara leiðir, á fleiri mótum, væl meiri um enn núverandi formaðurin fyri stýri Roðans. Motto´ið – slagorðið – hjá heiminum vóru orðini hjá Salamon Joensen, presti: ”Bróðurhond í trúgv ber miklan bata.” Eftir hesi kreddu var ætlað, at hin tá 33 ára gamli Tordur J. Niclasen, ættaður úr Seyrvági, búgvandi á Eiði, skuldi stjórna heiminum. Hann var settur leiðari seint á heysti í 1983 og fór rættiliga til verka nakað eftir árskiftið 83/84, tá heimið varð tikið alment í nýtslu. Síðani hava næstan 35 ár hespað seg uppá tíðarsnælduna, og nógv vatn er runnið í sjógv, men tað er sum hjá Prædikaranum, allar áir renna í sjógvin, men sjógvurin verður aldri fullur; hagar áirnar renna, hagar renna tær altíð aftur. Tað sæst ikki aldur á honum, Tordi, hóast kallurin er farin um vanligan almennan starvsaldur.

Nógv vatn hevur eisini stoytt seg omanav politiska fossinum hesi árini. Landsgeirin man ikki hava hildið seg til at røkja hendan so sera týðandi partin av samfelagnum. Kommunurnar, sum frammanundan hava átikið sær alt fleiri megingeirar, verða helst hildnar at vera betri fyriskiparar á hesum økinum eisini, tí velur tásitandi landsstjórnin at leggja eldraøkið, rakstur og gøgn, út til kommunurnar at reka og eiga. Onkur heldur, eg eri ein teirra, at landsgeirin í óðum verki smoygdi økið niður um akslarnar á kommununum, samsvarandi sannføringini, at hesin ikki megnaði uppdragið nóg væl. Kommunurnar brutu kortini upp um armar, sum ikki einaferð, og fóru undir at skipa seg á hesum nýmótinum eisini. Á nýggjárinum 2015 lógu ábyrgd og ræði í okkara hondum.

Tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin, sum toyggja seg út á aðrar firðir og víkir, kastaðu saman í næststørsta samtak í landinum á eldraøkinum, sum seinri fekk heitið Roðin. Roðin er ognar- og rakstrarfelagsskapur, sum rekur eldraøkið v.m. her á heiminum, á Vesturskini, í Sjóvarlon, á Dagtilhaldinum á Skála og í økinum sum heild. Eisini eigur Roðin húsini hjá Símuni í Bakkanum, sála, einaferð rópt Vistarhemið, nú Heimið á Mýrunum. Hetta er bara eitt av nógvum samstørvum ímillum hesar tríggjar kommunurnar, og mínar royndir eru, at samvirknaðurin gongur fyrimyndarliga, hóast, sum øll vita, at tað bara er gingin góð hálv øld síðani kommunuslitini báðumegin fjørðin. Samstarv ímillum partar krevur treytaleysa virðing og álit, og júst tað er orsøkin til, at felagsskapurin virkar og er mennandi, hóast hvør stjórnar sínum í gerandisdegnum. Tað er Roðanum ómetaliga umráðandi, at eldraøkið verður rikið so skynsamiliga sum yvirhøvur gjørligt, til frama fyri lokalsamfelagið og borgararnar sum búleikast í økinum. Nógv hevur verið tosað um pening – um materiu – í hesum viðfanginum, men hetta skal síggjast í eini nógv størri heild, og vit mega bara staðfesta, at konteringarnar skifta, meðan, og so hvørt sum samfelagið mennist, tí hevur onkur gjørt okkurt rætt, undanfarin og vit, sum nú sita fyri valdinum eina løtu. Hetta ljóðar kanska sum fáfongd, munnlætni og kennist møguliga sum rákin av bráðræsnum hjarta, ið mælir orð fram fyri Guði, men til ber at staðfesta, at trupult er at finna eitt meiri vælsignað stað á jørð at liva í – enn júst í Føroyum. Hetta er ongin sjálvfylgja, onki kemur av ongum, og tað at halda samfelagsmaskinarínum gangandi í optimalum standi fer eisini at krevja nógv av teimum, sum frameftir skulu standa á odda í samfelagnum. Sum Viderø tók til, tað ræður um at standa støðugt á varðhaldi, at líta út so víðan og djúpt inn í náttarmyrkrið og kavaroksódnirnar, og at leggja rætt á miðini.

Fyrstu ferð eg bar eyga við Tord J. Niclasen var í 1972. Tá var hann 22 ára gamal. Sjálvur havi eg verið 16-17 ára gamal og gekk í 1G í Hoydølum. Tá var gingið í skúla leygardagar, tí var tað mesta av vikuskiftinum farið fyri skeyti, táið vit bygdadreingir kundu fara í vikuskiftisfrí við mjólkarbátinum inn á Skálafjørðin. Nakrir okkara búðu á Kostdeildini í Hoydølum, og í mun til bræsni okkara – vit lógu í kjalarslóðini av ungdómsbyltingini – kendist tað sum ein fangalega. Serliga fríggjakvøldini. Vanliga skuldu vit vera undir rekkjuváðini kl 11 á kvøldi, undantakið var fríggjakvøld, har til bar at vera uttanduraður til nakað eftir miðnátt. Vit brúktu hendan kjansin til at fara í Klubbadans, og ofta stukku vit inn á gólvið í Ebenezer, sum fyriskipaði miðnáttarsamkomur fyri okkum ungu, til tess at fáa okkum ein kaffimunn og eina vaflu, áðrenn motoriseraði hjólhesturin, prutlið, flutti okkum niðan um Hálsin og oman í Dalin Fagra aftur. Minnist serliga væl hetta eina kvøldið í Ebenezer. Nikodemusar Bólkurin spældi, mær dámdi so serliga væl hendan bólkin, og tað geri eg enn. Átti og eigi allar pláturnar, sum M.C. og hansara ensemble høvdu og hava givið út, og brádliga trínur  ein ungur frøknutur og reyðhærdur maður á pallin, sum eg ikki kendi. Hann var frímóðigur og kendist sannførdur. Onkur segði, at hann lærdi til sjúkrasystir, tað ljóðaði heilt undarligt í oyrunum á okkum bygdadreingjum, - annaðhvørt var hann løgin, kventrasligur ella bara langt frammanfyri sína tíð, og hann vitnaði óræddur um frelsuna og trúgv sína á Drottin og son Hansara Jesus Kristus.

Hetta var Tordur Jóhannes Jørdal Niclasen on stage, sum nøkur ár seinri gjørdist fyrsti og eisini einasti dagligi leiðarin á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Seinri gjørdist hann leiðari fyri Roðan. Dagarnir hava ivaleyst verið ymiskir, men nærum 35 ár í sosialum verki krevja sín mann, men ongin skal ivast í, at Tordur hevur havt eina sera hepna hond í sínum verki, vælstuðlaður í baklandinum, á heimafrontinum, av konuni Sigruni og børnunum. Tordur hevur so frálíka og hendinga væl greitt frá sínum lívi í Útvarpinum, eg fái ikki lagt nakað afturat uttan tað, at áðrenn vit hittust aftur í Roðanum, sum tilkomnir menn, komu vit í skiftum at ganga saman á bonaðu politisku fjalunum á Vaglinum – á Føroya løgtingi. Tordur hevur verið løgtings- og landsstýrismaður og hartil hevur hann verið borgarstjóri á Eiði í 8 ár. Ein fjølbroytt personasja, sum nú hevur ment seg til stórveiðimann – ”storfanger” í Eysturgrønlandi, har hann ikki verður tikin á kópa- og ísbjarnaveiði. Sigrun er stór listakvinna, men maður hennara er ikki sørur heldur, hann er í grundini ein stórur lívskunstnari. Hjartans tøkk fyri hesi árini Tordur, fyri fræga verkið tú framdi saman við góðum starvsfólki, alt til frama fyri okkara eldru og óhjálpnu borgarar. Tað hevur verið ein frægd at starva saman við tær, og serliga fari eg at minnast aftur á hugfarsligu stýrisfundirnar, har vit onkuntíð tóku okkum stundir til at skemta og arbeiða uppá hvønn annan - altíð í einum positivum og hugnaligum anda.

Vaktarskifti er. Upp ígjøgnum leytaran er komin Jóngerð Guttesen. Av Larsen-slektini í Fuglafirði. Tað skuldi ikki sligið falskar mentur. Hennara verk í Roðanum fáa vit ikki máta veruliga, sum nú er, men gongdin og huglagið hesar dagarnar higartil, benda á, at Roðin hevur funnið rætta avloysaran fyri fráfarandi leiðaran. Hetta er eitt ábyrgdarfult starv, av dimensiónum, og vit vita, at tørvur og krøv vera vaksandi. Tað er okkara uppgáva at liggja á takinum og at møta avbjóðingunum í eygahædd, bæði politiskt og skipanarliga í samtakinum, men eg ivist onga løtu í, at eisini hetta fara vit at megna í tíðini, sum liggur okkum fyri framman. Í baklandinum, á heimafrontinum, hjá Jóannesi og børnunum og í egnari uppdrift fært tú megina at røkja eitt meginstarv sum hetta, at vera leiðari fyri Roðanum.

Lívið fer at sigra ferð eftir ferð. Men lívið er nógv broytt. Klassisku tíðarmálini í lívinum eru ikki til longur. Barndómur, ungdómur, vaksnamannalív og aldurdómur. Mørkini eru kámað. Ofta burtur. Sum onkur segði, nú er hetta tódnað niður í ungdómslív og aldurdóm. Eldri konur, farnar um kempualdur, kýta seg nú á telduknappunum, eru á Facebook og Twitter, ganga til fimleik og sjónleik, hyggja at fótbólti og rákin av forvitni stendur ramur frá teimum. Í mínum ungu døgum tóktist tað sum um, at hesar somu longu um hálvan aldur vóru farnar undir at fyrireika seg til hin óundansleppandi deyðan. Soleiðis broytist so mangt, tíbetur, hóast onki er nýtt undir sólini. Kom at hugsa um hetta brotið úr yrking hjá sama Jóanesi Nielsen, sum byrjað var við:

                                    Mítt land

                                    ein gomul kona við stokkum

                                    Vissuliga

                                    man hon binda upp á síni kæru.

Ein politisk skipan og leiðslan fyri einum samtaki sum Roðin, skal vera sum ein gomul kona við stokkum, ið bindur upp á síni kæru. Vinnur hesin hugburðurin – er nógv vunnið. Hjartaliga takk fyri alt Tordur, og bestu ynskir og Harrans signing fara vit at ynskja tær, Jóngerð, í starvinum í ókomnum døgum, í vónini og væntanini um gott samstarv til frama fyri samfelagið og borgarar okkara, sum hava meiri ella minni hjálp fyri neyðini.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður