Roger Hodgson á Summar Festivalinum í 2018

Mynd: rogerhodgson.com

Roger Hodgson á Summar Festivalinum í 2018

2017-12-08 13:10 Author image
Leif Láadal

"Nógv munnu minnast tiltiknu løtuna á Summar Festivalinum í 2006, tá ið Roger Hodgson hevði konsert tíðliga sunnumorgun, eftir at hann var meiri enn 30 tímar seinkaður til landið orsaka av vánaligum floglíkindum. Fyri mong er tað størsta løtan, sum hevur verið á Summar Festivalinum. Tann framúr sterki sangarin framførdi stóru hittini, hann skrivaði og sang í bólkinum Supertramp, og løtan í lýsingini kendist gandakend".

Soleiðis skrivar Summarfestivalurin á heimasíðu síni.

Nú kemur Roger Hogdson, sum var fremstimaður í bólkinum Supertramp, so aftur á Summar Festivalin, og hesaferð hevur hann bólkin hjá sær við.

Sangir sum ”Give a Little Bit”, ”The Logical Song”, ”Dreamer”, ”Breakfast in America”, ”It’s Raining Again” og ”Take the Long Way Home” gjørdu, at Supertramp seldi væl yvir 60 milliónir plátur á sinni.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 9. til 11. august. Roger Hodgson er fyrsti útlendski bólkurin, sum verður kunngjørdur. Fleiri koma seinni.

 

placeholder

Meira langlesnaður