Eingi rogn frá Fiskaaling meira

2017-02-21 13:57 Author image
Dimma

Í tíðindaskrivi boðar Fiskaling frá, at virksemið verður skorið og tillagað.

Virksemið hjá Fiskaaling hevur seinastu árini verið innan fylgjandi økir: Framleiðsla av rogni til føroysku alivinnuna og gransking, menning, ráðgeving og tænastur av ymiskum slagi, sum eru til gagns fyri hesa vinnu.

Rognaframleiðslan hevur verið skipað á vinnuligum grundarlagi, og hevur hon seinastu árini ikki verið fíggjarliga burðardygg, skrivar Fiskaling.

Hinvegin er granskingar- og menningarvirksemið, umframt ráðgevaraog tænastuuppgávur vaksið seinastu árini, og er hetta í dag ein týðandi partur av virkseminum hjá Fiskaaling. Nevndin í P/F Fiskaaling hevur tí gjørt av, at Fiskaaling gevst at framleiða rogn, og heldur leggur enn størri dent á granskingar- og menningararbeiðið, og víðarimenning av ráðgevara- og tænastuveitingum til føroysku alivinnuna.

- Fiskaaling hevur gott samstarv við alifeløgini og sentralar aktørar í vinnuni. At styrkja tann partin av Fiskaaling, sum arbeiðir við at økja um kunnleikastøðið og fáa vitan um burðardygga aling til høldar, fer at verða til gagns fyri framtíðar føroyska alivinnu. Seinastu rognini verða latin føroyskum smoltstøðum í mai í ár. Avgerðin at steðga at framleiða rogn, hevur við sær, at virksemið á lívfiskastøðini í Skopun og rognaframleiðslan við Áir verður niðurlagt, og tí verða nøkur størv á Fiskaaling eisini niðurløgd, skrivar Fiskaaling í tíðindaskrivi.

Fiskaling hevur seinastu árini arbeitt við norskum rognum, men arbeiddi áður við at menna ein serligan føroyskan laks. Vandi var fyri, at tann seinastui laksurin av hesum slag fór at verða tikin í fjør, og tá varð evnið viðgjørt í Dimmalætting. Fyribils varð føroyski laksurin tó bjargaður.

Les eisini: 

Seinasti føroyski laksurin tikin um fýra mánaðir

Laksastamman týdning fyri Føroyar sum alitjóð

  

  

placeholder

Meira langlesnaður