Rokksøgan tíggju ár áveg

2016-07-04 19:29 Author image
Jákup Højgaard

- Ting Tager Tid. Tað tók nógv longri tíð, enn vit hildu, sigur Kartin Hansen, ið saman við Hans Egholm hevur skrivað bókina Føroyska Rokksøgan, ið verður givin út 9. juli. 

Tað eru 10 ár síðan at byrjað varð at arbeiða upp bókina Føroyska Rokksøgan og í komandi viku kemur hon so loksins. Bókin, sum er 432 blaðsíður, lýsir rák, persónar, bólkar og støð, sum hava havt týdning fyri føroysku rokksøguna frá 50'unum fram til nú. Yvir 500 myndir eru í bókini, men Kartin Hansen sigur, at talan í høvuðsheitum er um eina tekstbók og ikki eina myndabók.

Í sambandi við at bókin kemur út verður søguligt Rokk-kvøld við tónleiki og framløgum í Reinsarínum leygardagin 9. juli.

 

Meira langlesnaður