Fyrireikararnir vænta fullsettan Vágsbø í kvøld

2016-08-04 14:49 Author image
Dimma

Veðurlíkindini eru tey bestu, nú tann 13. Summarfestivalurin byrjar í dag. Fyrireikararnir vænta eisini sera nógv fólk.

Eitt tað størsta poppnavnið í heimssøguni trínur á pallin í Vágsbøi klokkan 22. Áhugin fyri konsertini hjá Cliff Richard og Summarfestivalinum er sum heild er sera stórur. Summarfestivalurin heitir tí á fólk um at fáa sær armband í góðari tíð, við tað langar bíðirøðir helst vera við inngongdina í kvøld. Armbond fáast í Telebúðini í Klaksvík, Norðoya Sparikassa í Klaksvík, Effo í Leirvík og á Torginum í SMS í Havn.

Heitt verður eisini á fólk um at koma í góðari tíð á festivalin í kvøld, tí roknast kann við, at tað verða bíðirøðir við inngongdina sum kvøldið líður. Konsertin við Cliff Richard byrjar stundisliga kl 22:00, og tá skulu teir mongu festivalgestirnir hava fingið armbond og verða slopnir inn.

placeholder

Meira langlesnaður