Ítróttarháskúlin skal nú roynast

2016-05-20 08:39 Author image
Dimma

Vónirnar eru góðar á ítróttarskúlanum í Suðuroy, sum eftir ætlan skal byrja eftir summarfrítíðina.

Ætlanin er at hava ein royndardag á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy nú leygardagin, og tá freistin at melda til var úti mikukvøldið, høvdu 26 ungfólk melda til.

Tað heldur Gudmundur Joensen, leiðari á ítróttaháskúlanum vera eina sera góða undirtøku.

- Starvsfólkini á Ítróttaháskúlanum gleða seg til at møta luttakarunum og vísa fram nakað av tí, sum skúlin hevur at bjóða, sigur Gudmundur Joensen.

Ítróttaháskúlin hevur lagt endaligu skránna fyri leygardagin, men tey vilja ikki avdúka alla skránna. Sagt verður tó somikið, at fólkið aftanfyri Atlantic Helicopters hjá Atlantsflog gleðir seg til dagin, sum tey verða partur av, sigur Gudmunur Joensen.

Meira langlesnaður