Royna at fáa Oyggjaleikir til Føroya í 2029 ella áðrenn

Karina Ottosen, triatletur, vann fyrsta heiðursmerkið (silvur) til Føroyar á Oyggjaleikunum í ár, sum eru í Gotlandi í hesum døgum. Mynd: Jens Kr. Vang

Royna at fáa Oyggjaleikir til Føroya í 2029 ella áðrenn

2017-06-25 13:38 Author image
Leif Láadal

Umboð fyri starvsnevndina hjá Ítróttasamband Føroya hava í dag verið á fundi við nevndina hjá International Island Games Association (IIGA). Á fundinum bleiv umrøtt at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroyar sum skjótast.

- Talan var um ein jaligan fund, har báðir partar fingu greitt frá sínum sjónarmiðum.  Umboðini fyri ÍSF greiddu frá, at Føroyar eru klárar at skipa fyri Oyggjaleikunum, ongantíð ov skjótt, og hevur hetta fullan stuðul frá ítróttini og politiska myndugleikanum í Føroyum. Nevndin í IIGA gjørdi greitt, at Oyggjaleikirnir í 2023 verða í Orkney, um einki óvæntað hendir. Á fundinum upplýsti nevndin í IIGA eisini, at fundir hava verið við Ynis Mon um Oyggjaleikirnar í 2025 og Isle of Man í 2027. IIGA vísti á, at einki boð enn er uppá Oyggjaleikirnir í 2029. Umboðini hjá ÍSF gjørdu greitt, at vit fegin vilja skipa fyri leikunum í 2029, og um so er, at samráðingarnar við Ynis Mon og Isle of Man ikki bera á mál, eru Føroyar klárar at skipa fyri leikunum í 2025 ella 2027, uppýsir ÍSF í skrivi sent miðlunum.

Á fundinum bjóðaði starvsnevndin hjá ÍSF nevndini í IIGA til Føroyar, at halda regluliga várfundin.

placeholder

Meira langlesnaður