Tey rudda náttúruna til maraton

2016-05-31 11:44 Author image
Dimma

- Nei, alt er er ikki klárt enn. Vit stríðast til tað allarseinasta. Her eru ógvuliga nógv at gera, og øll í felagnum frá tí yngsta til tann elsta eru onkursvegna við, tá ið maratonið verður.

Soleiðis sigur Ann Thomsen frá Bragdinum, nú felagið leggur síðstu hond á Tórshavn Maraton, sum verður nú leygardagin.

Ársins Tórshavn Maraton slær øll met. Ongantíð áður hava so nógv meldað til maraton, og tí hava fyrireikararnir verið noyddir at avmarka luttøkuna til 500 rennarar.

Av teimum 500 rennarunum eru 195 útlendingar, sum koma úr 20 ymiskum londum. Flestu teirra eru úr Danmark, men teir koma eisini úr so forkunnugum londum sum Kina, Russlandi, Estlandi, Rumenia og Ukraina.

- Vit hava ongantíð havt so nógvar útlendingar tilmeldaðar úr so nógv londum, sigur Ann Thomsen - og tað setir sjálvandi nøkur serlig krøv.

Tórshavn Maraton hevur marknaðarført seg uttanlands við vøkru og reinu føroysku náttúruni. Og fyri at tað eisini skal halda í veruleikanum, eru tey í Bragdinum í dag farin at rudda fram við rutuni.

- Tað er sera óruddiligt framvið vegnum summa staðni, serliga inn móti Kaldbaksbotni, og tað kunnu vit ikki hava sitandi á okkum, so vit mugu sjálv út at rudda. Vit lokka við okkara reinu og fantastisku náttúru, og so gongur ikki, at ymiskt rusk liggur og sløðist framvið, sigur Ann Thomsen.

136 hava teknað seg til heilt maraton, 165 til hálvt maraton og 199 til tað nýggja hittið, sum er gongumaraton.

- Í ár kemur til dømis ein stórur bólkur frá Sparta í Keypmannahavn. Tey hava fingið ferðina afturfyri, at tey eru ferðhaldarar á Copenhagen Maraton. Vit síggja eisini fleiri luttakarar, sum venda aftur, so tað má merkja, at vit hava okkurt at bjóða, sigur Ann Thomsen.

Hetta er 14. ferðin, at Tórshavn Maraton verður runnið. Upprunaliga var rutan til Kaldbaks, men fyri tveimum árum síðan var rutan broytt, so hon nú spennir heilt frá Argjaboða til Kaldbaksbotn, fyri at rennararnir bæði kunnu uppliva býin og náttúruna.

Nógv verður gjørt burturúr at skapa lív í rundan um Tórshavn maraton. Eitt nú verður gongumaraton fyriskipað samstundis saman við Krabbameinsfelagnum, tað eydnaðist sera væl í fjør, og harumframt fara súkklarar frá Rynkeby at súkkla aftur og fram á Kaldbaksvegnum. Heilsurenningin verður eisini samstundis.

Startskotið til Tórshavn Maraton verður á Vaglinum leygardagin 4. juni kl. 14. Ferðslan verður avmarkað í býnum, á Argjum og á vegnum til Kaldbaksbotn.

- Vit gleða okkum, og vónandi koma nógv fólk út á gøturnar í góðveðrinum, sigur Ann Thomsen.

 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður