Rúnar Reistrup nýggjur stjóri í Vodafone

2016-06-22 08:42 Author image
Dimma

Nevndin í Vodafone er komin ásamt við Rúnar Reistrup um, at hann tekur við sum stjóri í Vodafone í Føroyum. Fíggjarstjórin í Vodafone, Bárður Nielsen, røkir starvið sum fyribilsstjóri, til Rúnar tekur við í heyst.

Rúnar hevur verið nevndarlimur í Vodafone síðan 2013 og gjørdist formaður fyrr í ár. Við sær hevur Rúnar drúgvar leiðsluroyndir úr altjóða KT- og televinnuni, umframt at hann hevur royndir sum íverkseti og stjóri.

Hann arbeiddi fyri eitt av heimsins størstu telefeløgum, Vodafone Group í London, frá 2009 til 2013, har hann frá 2011 røkti starvið sum Global Head of Products. Seinastu árini hevur Rúnar verið stjóri í Depop, har hann eisini hevur verið í nevndini. Rúnar heldur áfram sum íleggjari í Depop.

Rúnar Reistrup fegnast um møguleikan at standa á odda fyri einum av teimum mest nýskapandi fyritøkunum í Føroyum.

- Vodafone Føroyar hevur skapt kapping á føroyska fjarskiftismarknaðinum og hevur havt alstóran týdning fyri føroyska samfelagið. Sum nevndarlimur seinastu árini havi eg fingið eitt gott innlit í fyritøkuna, og eg gleði meg at arbeiða saman við teimum sera dugnaligu starvsfólkunum og at flyta Vodafone Føroyar fram á leið. Eftir nógv ár uttanlands er hetta rætta løtan hjá mær og familjuni at flyta heim og gerast partur av eini spennandi framtíð í Føroyum, sigur Rúnar Reistrup.

Næstformaður í nevndini fyri Vodafone er Thorvardur Sveinsson. Hann vísir á, at Rúnar hevur nógvar royndir innan altjóða leiðslu og hevur stórt innlit í KT og televinnuna, og nevndin gleðir seg til at arbeiða saman við Rúnari um at menna Vodafone í Føroyum.

- Vit leitaðu eftir einum framúr leiðara, sum hevði gott fótafesti í vinnuni, og sum bæði hevði altjóða royndir og innlit í føroyska marknaðin. Við sínum royndum og eginleikum kom navnið á Rúnari skjótt upp at venda millum nevndarlimir og eigara og aftaná eina umhugsanartíð var Rúnar opin fyri møguleikanum. Eftir hetta tók hann seg úr viðgerðini, og sum næstformaður havi eg síðan ført samráðingarnar, og tær eru nú komnar á mál, sigur Thorvardur Sveinsson.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður