Runavíkar kommuna: Almennu økini skulu ruddast

Runavíkar kommuna: Almennu økini skulu ruddast

2017-11-06 08:21 Author image
Leif Láadal

Eigur tú óviðkomandi lutir á teimum almennu økjunum á Ídnaðarøkinum í Rituvík og Skálafirði skulu teir verða burturbeindir í seinasta lagið 1. desember 2017. Kanst tú ikki burturbeina lutirnar av økjunum áðrenn ta ásettu freistina, ert tú vælkomin til at ringja til Runavíkar Kommunu og gera eina avtalu um eina nýggja freist.

Soleiðis skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu síni, nú farið er undir at rudda almennu økini í kommununi.

- Fyri at tryggja, at onki av virði verður burturbeint av óvart, fáa tey, sum hava sett lutir út á almenn økir uttan loyvi, møguleika fyri at koma eftir lutunum og flyta teir á eitt hóskandi stað, áðrenn kommunan fer í gongd við at burturbeina óviðkomandi lutir úti á almennum økjum, leggur kommunan afturat.

Kommunan er farin í gongd við at skráseta órudd og burturkast við myndum. Út frá tí hevur kommunan valt nøkur almenn øki, sum verða mett at hava tørv á upprudding. Byrjað verður við rudda úti á teimum almennu økjunum í Skálafirði og á ídnaðarøkinum í Rituvík.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður