EURO 2016: Rusk, trygd og verkfall í fronsku gøtunum

2016-06-10 10:15 Author image
Dimma

Tað er neyvan at gera ov nógv av at siga, at spenningurin er í luftini, nú EM í fótbólti byrjar í Fraklandi í dag.

Eini sjey milliónir fólk fara at vitja 10 franskar býir, sum ganga fra Lille har norðuri til Marseille har suðuri í landinum. Tað merkir, at hetta er eitt sjáldsamt høvi at gera seg inn á frælsa vesturheimin, skuldi onkur víðgongdur bólkur ynskt tað.

Landið hevur longu verið í hægstu trygdartilbúgving síðan yvirgangsálopið í november, tá ið 130 fólk doyðu. Nú fara 90.000 løgreglufólk og onnur trygdarfólk at ansa eftir leikvøllum og fjepparaøkjum. Bara í París fara 13.000 at ansa eftir tveimum leikvøllum. Og harumframt er herurin í hægstu tilbúgving. Sjálvandi.

Men avbjóðingarnar vísa seg eisini heilt niðri á jørðini. Aftan fyri tiltiknu matstovurnar og á gonguteigum standa fullir sekkir av burturkasti, matleivdum og pappíri. Sambært myndugleikunum eru eini 3.000 tons av burturkasti ikki heintað, tí fakfeløg blokera brenniovnarnar.

Samstundis hótta tokførarar við at leggja niður koyringina til Stade de France beint uttan fyri París, nú bert fáir tímar eru til fyrsta dystin millum vertstjóðina og Rumenia.

Franski forsetin heitir nú á allar partar um at tryggja, at kappingin sleppur at koyra uttan keðiligar tilburðir:

- Eg heiti inniliga á øll um at sýna ábyrgd. Um staturin noyðist at gera sína skyldu, og tað vil hann, so verða øll neyðug stig tikin. Samstundis er tað neyðugt, at øll tey, sum taka lut í tiltøkum, skulu taka ábyrgd, so at hesir stóru leikir kunnu fara fram í øllum góðum, segði Francois Hollende, sambært AFP.

Ítróttarmálaráðharrin, Thierry Braillard, mælti eisini teimum mótmælandi fakfeløgunum um at hugsa um fótbóltsáskoðararnar:

- Tað eru tíðir, tá ið mótmæli og verkføll eiga at fara fram. Men nú eru vit á gáttini til eina hending, har eitt verkfall kann forða fólkum at koma fram, og tað er ikki í lagi, sigur hann sambært BBC.

Tokførarin Berenger Cernon, sum aðalskrivari hjá fakfelagnum CGT við Gare De Lyon í París, vísti onga náði.

- Tað eru ikki vit, sum avgera kalendaran. Vit avgjørdu ikki, at Euro 2016 skuldi vera hesar dagar. Umskipanin av arbeiðsmarknaðinum fer fram, og tað mugu vit mótmæla. Vit vilja hava samráðingar. So ja, verkfallið fer at raka Euro 2016, og vit halda fram at mótmæla, sigur hann sambært BBC.

Mótmælini í Fraklandi snúgva seg um eina lóg, har stjórnin vil gera franska arbeiðsmarknaðin meiri smidligan. Tað ger seg inn á vunnin rættindi, heldur fakfelagsrørslan.

Meira langlesnaður