Ruskið í Havn skiftir hendur

2016-06-27 15:10 Author image
Dimma

I.R. Lastvognar yvirtaka ruskinnsavningina í Havn. Tað upplýsir Tórshavnar kommuna.

Jón Thomasen spf. hevur tikið sær av ruskinnsavningini hjá Tórshavnar kommunu seinnu árini. Tann sáttmálin gongur út 31. mars 2017 og kann ikki leingjast, tí hann longu er longdur í tvey ár frammanundan.

Ruskinnsavningin varð tí boðin út, og tveir umsøkjarar vóru góðkendir at bjóða, Jon Thomasen og I.R. Lastvognar. Í apríl komu tilboðini inn, og I.R. Lastvognar hevði lægsta tilboðið.

Sostatt yvirtekur felagið I.R. Lastvognar ruskinnsavningina í Havn frá 1. apríl komandi ár at rokna.

Smáar broytingar verða gjørdar í skipanini í hesum sambandi, eitt nú verður skipað fyri pappírsinnsanving frá húsarhaldum í Nólsoy, og serlig átøk verða gjørd at forða fyri at rotta sleppur út í Nólsoynna og út í Hest, svarandi til galdandi Ransar-sáttmála.

Rasmus Rasmussen stjóri í I.R. Lastvognum og Heðin Mortensen borgarstjóri skrivaðu undir sáttmála í dag. Mynd torshavn.fo 

placeholder

Meira langlesnaður