Russiska ítróttasambandið ákært fyri doping

2016-07-18 16:38 Author image
Jákup Højgaard

Russland hevði eina alment stuðlaða doping skipan undir Sochi-vetraleikunum í 2014. Tað staðfestir ein nýggj kanning, sum varð løgd fram í dag.

Russiska ítróttarsambandið stýrdi, umsat og hevði eftirlit við handfaringini av urin royndunum hjá russisku ítróttafólkunum. Tað sigur ein kanning, sum Heims Anti-Doping eftirlitið hevur staði fyri. 

Eftirlitið kannaði skuldsetingarnar frá fyrrverandi formanninum í russisku anti-doping granskingarstovuni, sum segði seg hava dopað fleiri ítróttarfólk áðrenn leikirnar, skrivar BBC.  

Tveir mánaðar langa kanningin varð gjørd av Dr. Rivhard McLaren, sum sigur seg hava støðufast álit á úrslitinum av kanningini. Kanningin vísti, at har vóru í minsta lagi 312 falsaði úrslit og at roknað verður við, at doping skipanin byrjaði longu í 2011, skrivar MailOnline.  

Væntast kann, at fleiri lond, millum annað USA, Týskland og Kanada fara at leggja trýst á anti-doping nevndina hjá altjóða Olymisku nevndini IOC, um at banna Russlandi frá Rio leikunum. 

Russiskir leikarar, ið kunnu prógva, at tey eru doping-frí, sleppa at luttaka undir olympiska flagginum. Av teimum 80 russisku OL íðkarunum, eru bert tveir, ið væntast at klára doping royndina.

  

placeholder

Meira langlesnaður