Russland sleppur ikki at luttaka í OL

2016-07-21 10:51 Author image
Jákup Højgaard

Russisk ítóttarfólk í frælsum ítrótti sleppa ikki at luttaka á olympisku leikunum í Rio. Tað avgjørdi ítróttar gerðarrætturin fyri løtu síðani. 

Avgerðin kemur í kjalarvørinum av ákærunum um alment stýrdari doping á russiska liðnum undir vetrar leikunum í Sochi í 2014. 

Russiska liðið varð útihýst av heimsítróttarsambandinum IAAF, eftir at ein kanning staðfesti, at Russland hevði alment stýrt eini doping-skipan av sínum ítróttarfólki. 

Russiska Olymiska nevndin, saman við 68 ítróttarfólkum, kærdi avgerðina, sum fyri løtu síðani kom við endaligu avgerðini, sum sigur, at Russland ikki sleppur at luttaka í OL 2016

 

Meira langlesnaður