Føroyar útfluttu fyri 1,9 mia til Russland

2017-02-18 10:26 Author image
Sigmund Vang

Fyrsta uppgerðin hjá Hagstovuni av samlaða útflutningurin í fjør vísir, at útflutt varð fyri næstan 8 mia.kr. Vøksturin er meiri enn 1 mia. ella 16 prosent í mun til í 2015.

Aftur í fjør varð Russland tað landið, Føroyar seldu mest til. Umleið ein fjórðingur av øllum útflutninginum fór til Russlands. Tað svarar til 1,9 mia.kr.

Landið, vit útfluttu næstmest til, var USA, sum keypti fyri 900 mió.kr., sum er 11 prosent av samlaða útflutninginum.

Á triða plássi var Bretland, og síðan komu Danmark og Kina.

Útvið helvtin av útflutninginum til Russland var laksur, meðan Føroyar seldu makrel fyri 500 mió. og sild fyri 300 mió.kr.

USA keypti so at siga bara laks - 99 prosent. Bretland keypti laks fyri 339 mió. og tosk fyri 284 mió.


Kelda: hagstova.fo

 

 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður