Rustikustar gull verdir

Rustikustar gull verdir

2017-07-10 10:39 Author image
Georg L. Petersen

Veiðiloyvi skal sum útgangsstøði brúkast hjá eigarunum at sleppa til fiskiskap við sínum skipi – men fleiri av hesum loyvum verða ikki brúkt til annað enn at selja og leiga, uttan at eigarin yvirhøvur brúkar tey til fiskiskap.

Í Klaksvík liggur línuskipið Helena – tað hevur ikki verið til fiskiskap síðan desember 2010. Men síðan tá hevur loyvið hjá skipinum verið handlað fleiri ferðir. Afturat hesum hevur skipið á hvørjum ári fingið fiskidagar tillutaðar, sum eru seldir víðari, so onnur kundu fiska teir undir Íslandi ella undir Føroyum.

Í upphøggingarkrókinum á Skála liggur línuskipið Eysturoyingur – tað hevur ikki verið til fiskiskap síðan 2009. Tað er handlað tvær ferðir, og í trimum umførum eru fiskidagar undir Íslandi og Føroyum seldir øðrum oman á tað heila.

Vit tosa um skip við sonevndum skuffuloyvum – tað vil siga, at loyvi og dagar verða brúkt at handla við onnur, meðan skipini bara liggja við bryggju og rusta, tí tað loysir seg ikki at selja tey. Tey geva meira pengar í kassan við at liggja sum rustaðar dangur við bryggju.

Og so er talan ikki bara um Helenu – fleiri onnur skip liggja á sama hátt kring landið bundin til bryggju sum rustaðar pengamaskinur.

Lesið meira í blaðnum

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður