Pengamaskina vitjaði í Føroyum

2016-07-04 19:27 Author image
Sigmund Vang

Tað hevur gingið serstakliga væl hjá Ruth seinastu árini. Hyggja vit at roknskapunum frá 2011 til 2015, sæst at talan í veruleikanum er um eina milliardfyritøku. Reiðaríið Ruth A/S hevur annað virksemið enn nótaskipið Ruth, men nótaskipið er so nógv tað størsta aktivið hjá felagnum.

Síðani 2011 – altso seinastu fimm árini – hevur yvirskotið fyri skatt samlað verið 325,5 milliónir krónur. Avsetingarnar eru nú komnar upp á 160 milliónir, og eginkapitalurin er 266 milliónir krónur. Tøki peningurin hjá reiðarínum var 177 milliónir krónur við ársenda í fjør. Aktivini tátta í 900 milliónir krónir, meðan langfreistaða skuldin er knappar 300 milliónir og stuttfreistaða 367 milliónir krónur.

Sambært Fisker-Forum hevur Ruth keypt hesa útgerð frá Vónini:

Eina makrel/silda-ringnót

Eitt svartkjaftatrol

Ein svartkjaftaposa

Tríggjar posar til makrel/silda-nótina

Veirar og ymsa dekksútgerð


Kelda til roknskapartølini: proff.dk

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður