Ryanair fer at viðurkenna fakfeløg

Verkfall hevði komið illa við hjá Ryanair, nú jólaferðslan av álvara fer at byrja

Ryanair fer at viðurkenna fakfeløg

2017-12-16 15:02 Author image
Emil Jacobsen

Írska lágprísflogfelagið Ryanair hevur verið kent fyri ikki at viðurkenna fakfeløg sum mótpart í lønarsamráðingum og øðrum viðvíkjandi setanarviðurskiftum hjá felagnum.

Tað hevur millum annað merkt, at starvsfólkini hjá Ryanair ikki arbeiða undir somu treytum, sum eru vanligar hjá øðrum flogfeløgum.

Men hetta fer nú eftir øllum at døma at broytast. Stjórin í Ryanair, Michael O’Leary, hevur nú sagt, at hann fer at viðurkenna fakfeløg sum samráðingarmótpart. Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at flogskiparar hjá Ryanair hava hótt við at fara í verkfall, um arbeiðsumstøðurnar hjá teimum ikki batna.

Hetta verður roknað sum eitt risastórt frambrot hjá øllum starvsfólkum í evropeisku loftferðsluvinnuni.

 “At viðurkenna fakfeløg verður ein týðandi broyting hjá Ryanair. Men vit hava gjørt radikalar broytingar fyrr,” skrivaði O’Leary í eini fráboðan fríggjadagin.

Ein flogskipari hjá Ryanair sigur við norska Aftenposten, sigur, at útmeldingin verður sera væl móttikin.

“Vit vilja fáa somu viðferð sum vanligir arbeiðstakarar, har vit fáa fasta løn fyri ein heilan arbeiðsdag og ikki bert tímarnar vit sita í cockpittinum. Vit vilja hava skipaði viðurskifti. Nú er Ryanair noytt niður á knøini og vit vænta at síggja batar,” sigur hann.

Flogskipararnir hava millum annað mótmælt, at teir við stuttum skotbrái kunnu verða fluttir til støðir í øðrum londum, og at teir sjálvir noyðast at rinda útreiðslurnar fyri at verða fluttir millum arbeiðsplássini.

Nógvir av flogskiparunum hjá Ryanair hava stovnað egin feløg, har teir hvørki fáa sjúkrapengar, frítíðarløn ella eftirløn.

Petter Førde, sum er formaður í Norsk Pilotforbund, sigur við Aftenposten, at útmeldingin hjá O’Leary ikki var óvæntað.

“Hetta mátti koma. Tað er vaksandi tørvur á flogskiparum allastaðni, og Ryanair kundi ikki halda fram við at fara soleiðis við sínum flogskiparum. Nógvir av flogskiparunum eru rýmdir frá Ryanair, og tað hevur longu givið felagnum trupulleikar. O’Leary er kendur fyri at føra ein harðan tóna, men hann hevur eisini eina nevnd at svara til, og eg hugsi, at nevndin hevur fingið nokk av viðferðini, sum starvsfólkini fáa,” sigur Førde.

Vaksandi misnøgdin og vandin fyri, at Ryanair fyri fyrstu ferð síðani stovnanina í 1985 skuldi verða rakt av verkfalli, hevur nú fingið Michael O’Leary at geva eftir. Eitt verkfall hevði givið Ryanair stórar trupulleikar, nú jólaferðslan av álvara er um at byrja.

Herfyri mátti Ryanair avlýsa nógvar fráferðir júst orsakað av ov fáum flogskiparum.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður