Team Rynkeby fyrsta túrin í ár

2017-01-21 09:12 Author image
Sigmund Vang

So verða eyðkendu gulu Team Rynkeby-súklurnar aftur at síggja á vegunum kring landið.

- Nú vit eru komin inn í 2017, fara venjingarnar av álvara at byrja. Vit fara fyrsta túrin leygardagin 21. jan. frá kl. 12-16. Súklað verður frá Svimjihøllini í Gundadali, norður til Hósvíkar og suður aftur til Havnar, upplýsir Team Rynkeby Føroyar og leggur afturat, at alt verður gjørt fyri at tað skal vera so trygt sum gjørligt at súkkla: 

- Vit í Team Rynkeby vilja gera alt tað, sum vit kunnu fyri at verða sjónlig og trygg á vegunum. Vit vóna, at vit við at siga frá á hendan hátt, kunnu fáa allar bilførarar at vísa okkum súklarum størsta varsemi.

 

 

placeholder

Meira langlesnaður