Nýggja Rynkeby-liðið: 60 ár millum elsta og yngsta súkklara

2016-09-04 15:40 Author image
Sigmund Vang

- Áhugin at súkkla við Team Rynkeby Føroyar er framvegis stórur. Seinasta freist at søkja var 18. august og inn komu 120 umsóknir. 112 umsóknir at súkkla og átta til tænastuliðið, sum tekur sær av súkklarunum og at túrurin annars gongur sum hann skal.

Hetta skrivar landaleiðarin á almenna vanganum hjá Team Rynkeby Føroyar.

2.september fingu umsøkjararnir boð um tey sluppu við ella gjørdist ov stutt á hesum sinni. Undanfarin ár hava tað serliga verið menn, ið hava søkt, og meginparturin av umsóknunum hava verið úr høvuðsstaðarøkinum. Í ár er støðan munandi broytt, tí nú er javnvág millum kynini og nærum líka nógvar umsóknir millum høvuðsstað og restina av Føroyum.

Liðið verður 50 súkklarar og væntandi 10 hjálparfólk. Av teimum 50 súkklarunum er 24 kvinnur, so tað er nærum javnstøða í hópinum og tað gleðast vit um.

Súkkling er fyri øll og hetta sæst eisini aftur í hópinum komandi ár, tí tað eru 60 ár millum elsta og yngsta súkklara, sum koma úr øllum landinum.

- Tað er sera umráðandi fyri okkum, at liðið umboðar alt samfelagið, aldurbólkar, kyn, øki og stættir, sigur Finn Danberg, landaleiðari.

Leygardagin 10. september 2016 verður innsavnaða upphæddin í ár latin Krabbameinsfelagnum á samkomu á Reinsarínum í Tórsgøtu kl. 15. Tá verður eisini 2017-liðið saman fyri fyrstu ferð.

 

 

placeholder

Meira langlesnaður