Team Rynkeby: Bert nakrir dagar eftir at søkja

2016-08-14 11:40 Author image
Sigmund Vang

Sum kunnugt, so heldur Team Rynkeby fram við at súkkla, tó at Rynkeby varð selt fyrr í ár. Nýggju eigararnir hava sagt, at sølan ikki ávirkar vælgerandi arbeiðið hjá Team Rynkeby í 2017.

Hevur tú hug at súkkla við til París komandi ár og vera við í teimum fyrireikingum, sum longu byrja í september, skal tú skunda tær at søkja. Umsóknarfreistin er nú 18. august.

- Ein góð og vælgrundað umsókn telur nógv saman við yvirskipaðu luttøkutreytunum, til dømis aldur, kyn og bústaður og so framvegis, verður sagt frá Team Rynkeby Føroyar.

Allir umsøkjarar fáa svar tann 1. september 2016.

Søkjast skal á netinum, og umsóknarblaðið finnur tú HER

 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður