Lions stuðlar Team Rynkeby

2016-05-15 14:00 Author image
Dimma

- Krabbamein er ein sjúka, sum rakar okkum øll. Um hon ikki rakar okkum persónliga, rakar hon ein av okkara avvarðandi.


Tað segði Bogi Mortensen, forseti í Lions Klubbanum í Suðuroy. tá Team Rynkeby fekk handað stuðul upp á 50.000 krónur.

- Team Rynkeby hevur sama endamál sum Lions, nevniliga at útvega pening til vælgerandi endamál, segði Bjarni Johansen, sum er ein av teimum 50 súkklarunum, sum mannar liðið, ið fyri triðju ferð skal súkkla úr Damark til Paris frá 10. til 16. juli.

Fyri trimum árum síðani varð eitt Rynkeby lið stovnað í Føroyum og fyrstu ferð, føroyskir súkklarar vóru við, var í 2014. Vit fóru eisini við í fjør, og aftur í ár fara 50 føroyingar at súkkla teir 1500 kilometrarnar úr Danmark til París í døgunum frá 10. juli til 16. juli.

Í fjør útvegaðu øll Team Rynkeby tilsamans yvir 48 milliónir til bardagan ímóti krabbameini hjá børnum, og tilsamans hava tey útvegað slakar 143,6 milliónir, hesi 14 árini, tey higartil hava súkklað.

Í fjør útvegaði føroyska Team Rynkebyliðið heilar 945.000 krónur til Krabbameinsfelagið, og tað er áleið tað sama, sum árið fyri, ið var fyrstu ferð, føroyingar mannaðu eitt Team Rynkebylið.

 

FAKTA

Team Rynkeby varð stovnað í 2002, tá ið eitt starvsfólk á Juice framleiðaranum, Rynkeby, var hjá lækna, og fekk staðfest, at hann hevði roykjaralungu. Í hesum sambandi fann hann upp á, at hann skuldi súkkla til París, at síggja endan á Tour de France. Tað eydnaðist honum at fáa 10 starvsfelagar við sær. Rynkeby stuðlaði ferðini og tilsamans útvegaðu tey 38.000 krónur

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður