Team Rynkeby: Peningurin handast og nýggja liðið hittast

2016-09-08 11:17 Author image
Sigmund Vang

Leygardagin klokkan 15 verður samkoma í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn, har innkomni peningurin frá Team Rynkeby-átakinum í ár verður latin Krabbameinsfelagnum. Til samkomuna verða umframt røður eisini tónleikur við Báru Silvansdóttir.

Nýggja Team Rynkeby-liðið, sum skal súkkla til París komandi summar, skal hittast fyri fyrstu ferð hendan dagin, eins og tey, sum súkklaðu í ár vera hjástødd.

Í fjør kom ein sløk millión krónur inn, og komandi leygardag verður so avdúkað, hvussu nógv kom inn í ár. Tiltakið er alment.

 

placeholder

Meira langlesnaður