Nógvar ”rynkur” á vegunum komandi dagarnar

2016-05-12 13:25 Author image
Sigmund Vang

Komandi vikuskifti og 2. hvítusunnudag fer Team Rynkeby Føroyar at súkkla kring landið í sambandi við venjingarnar til ársins túr til París í juli.

Byrjað verður í Suðuroy leygardagin 14. mai. Frá morgunstundini verður súkklað fyrst suðureftir frá Krambatanga til Sumba og so aftur til Vágs. Tíðliga seinnapartin gongur leiðin norðureftir til Hvalba og so aftur til Tvøroyri.

Hvítusunnudag fara súkklararnir um morgunin úr Havn eftir Oyggjarvegnum til Viðareiðis. Súkklað verður til Saksunar á veg norður, eins og farið verður runt Agnið í sunnara parti av Eysturoynnni. 2. hvítusunnudag verður súkklað av Viðareiði til Vestmanna, og so haðani til Tjørnuvíkar.

Team Rynkeby Føroyar vónar at bilførarar, sum møta súkklunum, ansa eftir og eru tolnir. Sjálvi vilja tey gera sítt besta til at alt gongur trygt og væl fyri seg, siga súkklararnir.

..

(G.G. Leif Láadal, sum hevur skrivað hendan greinastubban, er sjálvur við á Rynkeby-liðnum í ár)

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður