”Rynkurnar” kappast: Súkklaðu 310 km sunnudagin

2016-06-06 10:38 Author image
Sigmund Vang

Seinastu vikurnar eru kvinnur og menn á Team Rynkeby Føroyar liðnum farin at kappast um at súkkla teir longstu túrarnar, eins og tað hevur verið gjørt undanfarin ár. Metið frá í fjør, sum var 230 kilometrar upp á ein dag, er í ár sligið fleiri ferðir, og sunnudagin (5. juni) bleiv longsti túrurin higartil skrásettur, tá seks súkklarar frá ársins liði súkklaðu 310 kilometrar í Streymoynni og Eysturoynni. Súkklararnir sótu nærum 13 og ein hálvan tíma á súkkluni.


Avstað 8. juli

Súkkluliðið og servisuliðið hjá Team Rynkeby Føroyar fara úr Klaksvík hósdagin 7. juli um middagsleitið. Tann dagin er sonevndur prologur í Føroyum, har súkklað verður til Havnar, har farið verður umborð á Norrönu seint hóskvøld. Túrurin í Evropa byrjar 9. juli og endar í París leygardagin 16. juli.

 

placeholder

Meira langlesnaður