Saddam Hussein var ongin átroðkandi hóttan

2016-07-07 18:00 Author image
Alda Nielsdóttir

- Eg verði við tær óansæð, er ein setningur, sum stendur nógvastaðni í Bretlandi í dag. Orðini, “Eg verði við tær óansæð”, skal Tony Blair hava sagt við George W. Bush átta mánaðir áðrenn hersetingina av Irak í 2003.  

Tað eru eisini nógvar ákoyringar, sum Tony Blair fær, fyri sín lut í Irak krígnum. Ein stórur kritikkur er, at allar royndir at finna eina friðarliga loysn á trupuleikunum í Irak vóru ikki troyttar, tá hersetingin fór fram, og at upplýsingarnir frá fregnartænastuni vóru ikki nóg góðir, til at kríggj kundi rættvísgerast.

Tony Blair hevur sjálvur biðið um umbering fyri allar feilir, sum vórðu framdir, men hann heldur framvegis, at tað var rætt at fara í kríggj.  

- Eg kann ikki siga orsaka fyri Irak. Eg hevði gjørt tað umaftur! 

So avgjørdur var Tony Blair á tíðindafundi í gjár. Hann helt uppá, at Irak var betri fyri í dag, við eini demokratiskt valdari stjórn, hóast hon kanska ikki var so sterk. 

Tað hevur eisini leingi verið frammi, at Irak kríggið í stóran mun var orsøkin til, at jihadistiskir bólkar, sum eitt nú ISIS, hava vunnið fram í Irak eftir kríggið, tí at landið var so óstøðugt. 

Sir John Chilcot's hevur staðið fyri kanningararbeiðinum. Hann segði sjálvur í gjár, at hóast tað ongin ivi var um, at Saddam Hussein var ein harðligur einaræðisharri, ið hevði framt brotsgerðir ímóti sínum egna fólki, so var tað ikki rætt at herseta Irak, tá tað var gjørt. 

- Hernaðarlig átøk vóru ikki einastu møguleikarnir sum vórðu eftir, tá farið var inn í Irak, segði hann millum annað á tíðindafundinum í gjár.  

 

Keldur:

Chilcot report: Tony Blair's Iraq War case not justified

Tony Blair says world is better as a result of Iraq War  

Samandráttur av bretsku bløðunum kann lesast her. 

Heimasíðan hjá kanningarnevndini, sum hevur skrivað frágreiðingina kann lesast her. 

  

  

placeholder

Meira langlesnaður