Saknurin eftir foreldrunum skapti ovurstóra tónleikaáhugan

Saknurin eftir foreldrunum skapti ovurstóra tónleikaáhugan

Petur Rouch: Søgan um 1001 Rót og Rútmu-sending í útvarpinum, er samstundis ein søga um kærleika og longsul. Tað er ein søga...

2017-07-25 12:01 Author image
Leif Láadal

Søgan um 1001 Rót og Rútmu-sending í útvarpinum, er samstundis ein søga um kærleika og longsul. Tað er ein søga um ein inniligan alsk til tónleikin, sum mentist gjøgnum saknin eftir foreldrunum. Pápi Petur Rouch, sum var bretskur hermaður, fór av landinum, áðrenn Petur varð føddur, og mamman flutti, tá Petur var fýra ára gamal og lat foreldrum sínum sonin

Tann 29. september 1997, ein mánadag, klokkan fimm seinnapart, fór fyrsta Rót og Rútma-sending hjá Peturi Rouch í luftina í útvarpinum. Leygardagin 22. juli klokkan 11 fer tann síðsta, sum samstundis er sending nummar 1001, út til trúgvu lurtararnar. Petur hevur valt at steðga, tí sum hann sigur:

– Sendingin hevur tikið ræðið, so nú er tíð at gevast.

Tað eru nógv, sum eru takksom fyri allan country-tónleikin, sum Petur hevur spælt seinastu 20 árini. Sjálvt fólk, sum ikki hava áhuga fyri country, lýða á hvønn leygardag, tí sendingin er skapt av áhuga, nærlagni og einum alski til bæði tónleikin sjálvan og tað, sum hendir rundan um hann. Tað er sum at vera til ein fyrilestur, kryddaðan við tónleiki, tá Petur er í útvarpinum, og tað hevur skapt virðing.

Í samrøðu við útvarpið í farnu viku fortaldi Petur Rouch eitt sindur um lív sítt, og hann hevur eisini sagt ja til at gera samrøðu við Dimmalætting, men tað er ikki tí, at hann vil hava, at fólk skulu taka synd í honum, tó at uppvøksturin og eitt vaksið lív við stórum loynidómum kann fáa sjálvt ta harðastu sál til at blotna.

– Tað er hendan f... tøgnmentanin, sum finst nógva staðni í Føroyum. Um mín søga kann vera við til minka um tað sleyg og ta forfylging, sum minnilutabólkar og fólk, sum eru eitt sindur øðrvísi, uppliva, so vil eg fegin siga frá, sigur Petur á eyðkenda spaka, men kortini kontanta suðuroyarmáli sínum.


Mrs. Phillips

Vit eru síðst í september í 1992. Føroyska fótbóltslandsliðið skal spæla dyst ímóti Wales í Cardiff. Petur Rouch ger av at fara við. Høvuðsendamálið er tó ikki at sleppa at uppliva ein fótbóltslandsdyst. Petur vil gjarna hitta mammu sína aftur. Síðani mamman flutti av landinum, tá Petur var fýra ára gamal í 1949, og hann bleiv verandi eftir í Vági hjá ommuni og abbanum, Lisu og Hanneba Thomasen, hevur Petur bara hitt hana einaferð. Tá var hann 18 ár.

Petur tekur tokið til Swansea og finnur sær eitt hotelkamar. Ger avtalu við mammuna um, at hon skal koma á hotellið at vitja, og tað ger hon.

– Ikki fyrr enn tá skilti eg veruliga, hvat hon hevði verið útsett fyri í Føroyum og hví hon valdi at rýma frá mær, fortelur Petur.

Mamman sigur Peturi, hvussu tað var at liva við skommini aftaná kríggið. Tó at hon og pápin, Robert, høvdu verið forlovað, og Robert var húsvandur heima hjá Lisu og Hanneba í hálvt annað ár, so taldi tað einki, tá Anna, sum mamma Petur æt, átti Petur, uttan at vera gift við Roberti. Fólk høvdu als onga virðing fyri henni og slatur og sleyg var gerandiskostur.

Robert var eisini farin av landinum í tænastu aðrastaðni í februar 1945, men tey samskiftu við brøvum. Seinasta bræv hansara var stemplað í Hong Kong í desember, og hann sigur seg gleða seg at síggja sonin. Síðani slitnar sambandið teirra millum.

Anna kláraði at vera hjá Peturi í Vági í fýra ár, ógift, men tá systur hennara , sum var gift til Wales, vitjaði, hevði Anna fingið nokk og valdi at fara við henni, tá hon fór heimaftur. Anna kom ongantíð aftur til Føroya.

 
Vildi fáa sannleikan fram

Mamman skrivaði javnan til Petur, og Petur skrivaði eisini aftur, men hann mátti ikki skriva nakað í brøvunum, sum bendi á, at hann var sonur hennara. Í Wales fekk eingin at vita, at Anna átti ein son í Føroyum.

 

Eg hevði eitt inniligt ynski um at sleppa at fortelja mínum tveimum hálvsystrum, saman við manni sínum, at vit vóru systkin

 

Tá Petur var og vitjaði mammuna sum 18 ára gamal, fortaldi mamman familju síni, at Petur var fosturbeiggi hennara.

Nú í 1992 er Petur 47 ára gamal. Í Føroyum vita tey fólk, sum vilja vita tað, hvør Petur er, men í Wales er hann framvegis fosturbeiggi mammu sína.

– Eg hevði eitt inniligt ynski um at sleppa at fortelja mínum tveimum hálvsystrum, sum mamma mín átti í Wales saman við manni sínum, at vit vóru systkin, men tað dámdi ikki Onnu. Hon segði mær, at her var hon Mrs. Phillips. Í Føroyum var hon bara ein eingilskmanna-teys, fortelur Petur.

Mamman leggur afturat, at hon ikki kann nokta Peturi at siga hetta fyri systrum sínum, men ger hann tað, so fer hon ikki at stíga fótin út fyri dyr aftur.

Loynidómurin millum Onnu og Petur fór við henni í grøvina. Anna doyr í 2003, og líka inntil tá halda systkin hansara í Wales, sum nú eru vorðin trý, at Petur er fosturbeiggi mammuna. Men so orkar Petur ikki hesa fjalan longur. Hann fortelur Cyntheu, Lindu og eftirnølaranum Robert, at hann altso er beiggi teirra.

– Tað kom ikki sum nakað beinleiðis sjokk. Serliga elsta systir mín Linda hevði havt ein varhuga. Millum annað hevði tað undrað hana, at mamma okkara hevði fleiri myndir av børnum mínum standandi frammi, fortelur Petur.

Síðani 2003 hava Petur og øll familjan í Føroyum havt regluligt samband við systkinini í Wales og tey hava vitjað hvønn annan nakrar ferðir.


Flýggjar til tónleikin

Petur vaks upp í Vági, og hann minnist tað sum eina toluliga góða tíð. Hann treivst væl heima hjá ommuni og abbanum, og hann tók lut í ymsum frítíðaraktivitetum. Hann spældi fótbólt og róði kapp. Men tá hann bleiv eitt sindur eldri, minkaði áhugin fyri at vera úti millum alt ov nógv fólk.

– Eg bleiv kanska eitt sindur serur, og dámdi best at sita heima og lurta eftir tónleiki, fortelur Petur.

Suðuroyingar kunnu vera nokk so kontantir, og tað kom meira enn so fyri, at onkur svaraði fyri hann, um hann ikki hevði hug sjálvur.

(greinin heldur fram undir myndini)

– Tað er hasin spurningurin "Hvør eigur teg?". Eg hati hann, og kundi gott finna upp á siga "Tað rakar ikki teg". Men so var onkur, sum svaraði fyri meg: "Pápi hansara er ein bretskur hermaður. Hann er óektað barn", greiðir Petur frá.

Top 20 hjá Radio Luxembourg sunnukvøld bleiv meira ella minni heilagt.

Síðst í 50-árunum og fyrst í 60-árunum kastar Petur seg yvir tónleikin. Hann lærir tó ongantíð at spæla sjálvur, uttan nakrar fáar akkordir á einum gittari, men fyrstu pláturnar komu undir land – hann fær millum annað mammuna og mostrina í Wales at senda sær nýggjastu singlepláturnar – samstundis, sum lurtað verður í tímavís eftir útvarpstólinum, serliga Radio Luxembourg.

– Top 20 hjá Radio Luxembourg sunnukvøld bleiv meira ella minni heilagt. Eg sat og skrivaði upp og fylgdi so við eina viku seinni fyri at frætta, um hetta og hitt lagið var farið upp ella niður á listanum. Eisini teknaði eg longu sum 14 ára gamal hald upp á blaðið New Musical Express, fortelur Petur.

Tað kom eisini fyri, at Petur lurtaði eftir tónleiki saman við familju og vinum – tað gjørdi man tá – men flestu tímarnar flýddi hann einsamallur inn í hendan rýtmiska gandaheim.

– Ja, tað var nokk saknurin eftir foreldrunum, sum gjørdi, at hesin áhugin bleiv so ovurstórur, viðgongur Petur.


Nýsælendski loynidómurin

Men eitt er, at mamman øll árini helt tað loyniligt, at hon átti ein son í Føroyum. Tað løgna við øllum er, at pápi Petur, Robert Rouch, sum altso var hermaður í Føroyum undir krígnum og visti, at hann var pápi Petur, sjálvt um hann longu fór av landinum, tá Anna var við barn, eisini helt tað loyniligt fyri sínari familju.

Tá Petur var 15 ára gamal, gjørdi hann av at skriva eitt bræv til pápan. Petur hevði eina adressu í Cardiff, men tað var adressan hjá abbanum og ommuni, vísti tað seg. Abbin æt eisini Robert, eins og pápin, so hesin helt, at brævið var til sín. Í brævinum lesur hann, at hann hevur ein abbason í Føroyum – nakað, sum hann als einki visti um.

Hesin gamli sendir brævið víðari til sonin, sum var fluttur til Ný Sælands, men hetta fekk Petur tó einki at vita um tá. Síðani hevur hann frætt, at nýsælendska kona pápan læt brævið upp, og tað hevði við sær eina minni familjukreppu teirra millum.

Pápi Petur endaði nevniliga í Ný Sælandi, eftir at hann hevði verið í Føroyum. Har fekk hann sum frá leið familju, konu og í fyrsta umfari fimm børn og síðani tvey afturat, soleiðis, at Petur altso hevur sjey systkin í Ný Sælandi. Pápin valdi ikki at siga eitt orð um Petur og heldur ikki fekk familjan at vita, at hann hevði verið hermaður í Føroyum undir krígnum – inntil altso, at kona hansara lesur brævið hjá Peturi.


Telduposturin

Í 2004 er Petur staddur í Keypmannahavn á skeiði. Hann býr á Hebron, og ein morgunin, hann kannar teldupost sín, er eitt bræv frá einum Garreth Rouch. Hesin skrivar, at hann leitar eftir einum skyldmanni í Føroyum, sum familja hansara ongantíð hevur havt samband við.

– Hann hevði brúkt eina skipan á netinum, har man kann finna føroyingar um allan heim, og spurdi bara, um eg kanska kendi ein mann – føddan beint eftir kríggið – sum pápi hansara var pápi at, fortelur Petur.

Og Garreth rakar seymin á høvdið og finnur beiggja sín í fyrstu royndini.

Garreth hevði fingið at vitað frá systur síni Wendy, sum hevði fingið tað at vitað frá mammuni, at pápi teirra, sum var deyður í 1993, átti ein son í Føroyum.

Síðani hava Petur og Garreth samskift nógv, eins og beiggin og systurin Wendy hava verið og vitjað í Føroyum. Petur umhugsar nú sjálvur at fara ein túr saman við konuni til Ný Sælands at vitja.

So frá at hava verið einabarn í Vági, bleiv støðan tann, at Petur nú hevur ikki minni enn 10 systkin ymsastaðni í heiminum.


Verið opin og erlig

Í stóru stovuni í húsunum hjá Peturi og Birgit vísir Petur mær og Sigmundi, sum er myndamaður hendan dagin, tær plátur og fløgur, sum hann ætlar sær at brúka til 1001. sendingina, sum skal takast upp dagin eftir. Petur riggar av, men tað bilar einki. Tíðin er búgvin til at sleppa Rót og Rútmu. Upprunaliga hevði hann roknað við at skula gera einar 8 - 12 sendingar, men tað bleiv altso eitt sindur meira enn tað. Nú vit tosa um tónleik, gongur prátið eitt sindur smidligari, enn tá vit tosaðu um familjulagnuna. Higartil hevur Petur drigið eitt sindur á málinum. Hann ivast í, um fólk yvirhøvur hava áhuga í at hoyra um hansara lív, men hann vil gjarna vera við til at bróta tøgnmentanina, og vísa fólki á, hvussu tað kann enda, um man ikki er opin og erligur og reiðiligur í sínum samskifti og sínum relatiónin við onnur fólk.

– Tað er tíbetur hent eitt sindur á hesum øki seinastu árini, men eg haldi framvegis, at vit føroyingar eiga vera meira opin og skiljandi á nógvum økjum, sigur Petur, áðrenn vit takka fyri samrøðuna og fyri allar sendingarnar.


FAKTA

Petur Rouch, 71 ár, pensjónist

Kona: Birgit

Børn: Durita, Ári og Búi

4 abbabørn

Arbeitt sum teldumaður alt sítt lív. Fyrsta teldan, sum hann arbeiddi við, og sum var ein av tveimum í landinum og fylti eina lítla stovu, var 16 KB.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður