Saksun: Mátti styggja dronu-flúgvarar við seyðabyrsu

Mynd: Visualhunt.com

Saksun: Mátti styggja dronu-flúgvarar við seyðabyrsu

2017-08-23 11:41 Author image
Leif Láadal

Í gjárkvøldið um átta-tíðina kendu fólk í Saksun seg aftur óneyðuga órógvað av ferðafólki, sum komu í so tætt uppá. Hesaferð snúði tað seg um fýra fólk úr Suðurafrika, sum við hvør sínari dronu flugu millum húsini.

Sambært Kristinu Christiansen, politisti, sum var vakthavandi týskvøldið, ringdi ein kvinna úr Saksun og segði seg hava ampa av at ein drona fleyg uttanfyri vindeygað. Ein politibilur varð sendur til Saksunar, men áðrenn løgreglan kom á staðið, fór ein annar maður í bygdini til ferðafólkini og bað tey halda uppat at flúgva so tætt. Sambært manninum, sum Dimma.fo hevur tosað við, so noktaðu ferðafólkini tó at seta dronurnar á slætt, og hann fór tí eftir einari seyðabyrsu, tók píkin úr - so als eingin vandi var á ferð - og loysti so eitt skot av eitt sindur frá ferðafólkunum. Buldrið frá seyðabyrsuni hevði við sær, at dronurnar vórðu settar.

Løgreglan mátti tó gera skjótt av í Saksun, tí meðan hon er har, koma boð úr Gjógv, at ein lívleysur maður er funnin í haganum, og tí fer patruljan víðari.

Áðrenn tað, vóru ferðafólkini tó stutt avhoyrd. Tey søgdu seg hava skilt tað soleiðis, at tað var loyvt at flúgva við dronu júst í Saksun.

Kristina Chistiansen sigur tó, at vanligar reglur eru galdandi í Saksun, og tað merkir, at dronurnar skulu vera í minsta lagi 150 metrar frá bygdum øki.

placeholder

Meira langlesnaður