Sálarheilsan hjá næmingum á miðnámi skal kannast

2016-08-10 15:26 Author image
Dimma

- Verkætlanin fer at vísa, hvussu føroyskir miðnámsskúlanæmingar trívast sálarliga, og um serlig øki ella skúlar í landinum, eins og kyns- ella aldurbólkar eru serliga útsett.

Tað upplýsir Granskingarráðið, sum hevur játtað 274.064 krónur frá Sjúkrakassagrunninum. Endamálið við verkætlanini er at lýsa sálarheilsuna hjá føroyskum ungdómi, m.a. tí at nógv bendir á, at sálarligir trupulleikar eru høvuðsorsøkin til fráfall á miðnámsskúlum.

Tað er felagið Føroyski Sálarfrøðingar, sum kemur at standa fyri arbeiðnum. Súsanna Skaale er verkætlanarleiðari og Annika H. Davidsen er fakligur vegleiðari. Tær eru báðar í hálvum starvi hjá Sernámi við ábyrgd fyri miðnámsskúlaøkinum.

Vitanin um sálarheilsuna hjá føroyskum ungdómum er lítil, siga tær. Fáu kanningarnar, ið eru gjørdar á økinum, vísa tó, at børn og ung stríðast sálarliga eins og børn í okkara grannalondum. Sálarheilsa og sálarligur trivnaður hevur avgerandi ávirkan á, um ung fólk megna at fullføra eina miðnámsskúlaútbúgving. Norðurlendsk gransking vísir eisini, at sálarligar avbjóðingar eru avgerandi orsøk til, at ung gevast við miðnámsskúlaútbúgvini.

- Tað, sum tykist serliga vera galdandi í Føroyum er, at long tíð gongur, áðrenn tey ungu fáa hjálp, og tá er tørvurin á vigðerð størri, enn um tey fingu hjálp fyrr. Tí hevur fyribyrgjandi arbeiði av ymsum slag avgerandi týdning á hesum øki. Fortreytin fyri at kunnu fremja neyðugu átøkini fyri føroyska ungdómin er tó, at vit hava álítandi vitan um júst sálarheilsuna hjá føroyskum ungdómi, siga sálarfrøingarnir millum annað.

Eingi tøl lýsa sum er sálarheilsuna hjá føroyskum ungdómum, og tað eru einans útlendsk hagtøl at meta seg eftir. Umráðandi er tískil at fáa til vega føroysk hagtøl, soleiðis at miðvís átøk kunnu setast í verk at hjálpa teimum ungu.

Verkætlanin endar við einari skrivligari frágreiðing og einum tilmæli grundað á úrslitini.

placeholder

Meira langlesnaður