800.000 kr fyri kollsiglda ætlan

2016-05-06 00:00 Author image
Dimma

- Hetta fór heilt av sporinum, og ætlanin um býráðssal oyðilegði alt, sigur Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini í Tórshavnar Býráð.

Stóra verkætlanin hjá Tórshavnar Kommunu at flyta alla umsitingina út í gomlu saltsølubygningarnar á Vestaru Bryggju og at gera ein býráðssal í sjálvari saltsiluni er slept. Ætlaða leigumálið við Smyril Line fór eisini í vaskið.

- Nú arbeiða vit við at leiga út til maritimar fyritøkur, sum upprunaliga ætlanin eisini var, og áhugi er avgjørt til staðar, sigur Sjúrður Olsen.

Sambært honum er tað eingin trupulleiki í, at bygningurin verður útleigaður til hesi endamál. Ivi tók seg annars upp eftir kæru til kommunala eftirlitið, um kommunan hevði heimild at leiga út til vinnulig endamál.

Hvussu er og ikki, so stendur kommunan eftir við eini stórari rokning fyri eina verkætlan, sum ongantíð bleiv til nakað. Alt fyrireikandi arbeiðið at leggja dekk í saltsilubygningin, so har kundi vera býráðssalur, kostaði 800.000 krónur.

- Tað vóru játtaðar 3,5 milliónir krónur til bygging av dekki, av hesum eru kr. 800.000 brúktar til projektering, fyrireiking og seinking. Tilmæli frá havnarmeistaranum: Mælt verður frá at leggja dekkið í, og at afturføra 2,7 milliónir krónur til samlaða íløgukarmin hjá Tórshavnar Havn, stendur í eini fundarfrágreiðing frá Vinnunevndini 18. apríl í ár, sum Dimmalætting hevur fingið hendur á.

 

Byrjaði í fjør

Tað var í september í fjør, at vinnunevndin fyrstu ferð viðgjørdi spurningin at flyta umsitingina og býráðið út á Vestaru Bryggju í gomlu saltsølubygningarnar og siluna har. Orsøkin var, at býráðið í dag húsast í fimm bygningum í miðbýnum – tað eru gamli Bank Nordik bygningurin, bygningurin á Káta Horninum, Gamla Meiarí, Gamla Posthúsinum og so Ráðhúsinum.

Uppskotið var bert at varðveita Ráðhúsið, selja restina av kommunalu bygningunum og so flyta alt virksemi hjá kommununi út á Vestaru Bryggju í bygningin, sum hevði fingið navnið Sjóvinnuhúsið.

Ætlanin var at leiga 4. og 5. hædd í bygninginum og 1550 skrivstovufermetrar fyri 2,68 milliónir krónur um árið.

Og so var tað býráðssalurin, sum kundi gerast í gomlu siluni.

“Við at byggja nýggjan býráðssal ovast í saltsiluni á Vestaru Bryggju, ber til at bjóða borgarunum og politikarunum ein virðiligan sal við nútímans tøkni- og arbeiðsmøguleikum, har møguleiki eisini verður at síggja runt allan sjónarringin, bæði innanífra og uttanífrá,” stendur millum annað í grundgevingunum fyri at gera nýggjan sal.

Alt arbeiðið at gera ein sal fór sambært umsitingini at kosta 18,3 milliónir krónur við innbúgvi og nýggjari útgerð.

Ætlanin var at byrja arbeiðið í oktober 2015, og at býráðssalurin skuldi vera klárur at taka í nýtslu á ólavsøku 2016.

Í september 2015 tók vinnunevndin eisini undir við, at kommunan slapp at leiga hølir í Sjóvinnuhúsinum, og stutt eftir tók fíggjarnevndin eisini undir við hesum. Og í oktober tók ein meiriluti í vinnunevndini undir við at leggja dekk í saltsiluna og nakrar dagar seinni, 21. oktober, tók fíggjarnevndin undir við tí sama og seinni sama kvøld varð tað samtykt á býráðsfundi.

Gjøgnumgangandi fyri alla viðgerðina hevur verið, at bara tey trý umboðini fyri Tjóðveldi hava verið ímóti – og tey vunnu stríðið, tá avtornaði.

Tá ætlanin gjørdist almenn vaks mótstøðan, og í apríl mánaði í ár kom vinnunevndin til ta niðurstøðu at mæla býráðnum frá at gera siluna til býráðssal – tað var eftir tilmæli frá havnarmeistaranum. Limirnir í vinnunevndini vóru tó ikki heilt á einum máli. Formaðurin Sjúrður Olsen og Jákup Dam ynsktu at ganga tilmælinum á møti, meðan Tróndur Sigurðsson og Annfinn Brekkstein ynsktu at taka støðu á einum seinni fundi.

 

Dýrar kanningar

Men tað var ikki bara bara at leggja dekk í bygningin. Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari, sigur, at neyvar kanningina máttu gerast fyri at staðfesta, um bygningurin og undirlendið megnaðu at bera eitt dekk.

Alt arbeiðið við at projektera og fyrireika, umframt seinkingar, gjørdu, at alt hetta arbeiðið kostaði 800.000 krónur, sum vórðu tiknar av teimum 3,5 milliónum krónunum, sum vórðu settar av til arbeiðið.

Tí kunnu 2,7 milliónir krónur afturførast, um býráðið endaliga ger av at sleppa ætlanini og harvið fylgir tilráðingini frá vinnunevndini. 800.000 krónur eru sum nevnt brúktar.

- Ger býráðið seinni av at gera eitt dekk kortini, so er alt tað klárt. Tað hevði verið lættari at gjørt nú enn seinni, men tað ber til, sigur Jónsvein Lamhauge.

 

Kunnu leiga út

Nakað av iva tók seg upp um heimildina hjá kommununi at leiga Sjóvinnuhúsið út til vinnulig endamál, sum ætlanin hevði verið. Sum útgangsstøði má ein kommuna ikki byggja við tí fyri eyga at leiga út, og soleiðis skapa sær meirinntøkur, og hevur hon yvirskotskapasitet skal hon royna at selja hann – ber tað ikki til, skal hetta leigast út eftir marknaðartreytum.

Almannaráðið, sum hevur kommunala eftirlitið um hendi, viðgjørdi eisini spurningin og gav í veruleikanum kommununi loyvi at leiga út, so leingi annað kommunalt virksemi var í bygninginum. Tórshavnar Havn, sum á pappírinum eisini eigur bygningin, heldur til í Sjóvinnuhúsinum. Tískil er kommunalt virksemi har eins og ein yvirskotskapasitetur, sum kann leigast út.

“Tórshavnar Kommuna má tí ongantíð taka kommunalt virksemi út úr bygninginum fyri at geva privatu vinnuni betri pláss í Sjóvinnuhúsinum,” stendur millum annað í skrivinum frá Almannaráðnum.

So tað, sum kommunan nú ætlar at gera, er fult í tráð við niðurstøðuna hjá kommunala eftirlitinum.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður