Saltsiloin sum matstova

2017-04-04 08:12 Author image
Sigmund Vang

Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu hevur samtykt at bjóða niðastu hæddirnar í Saltsiloini út til matstovu hjá privatum at reka. Tað upplýsir Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.
Talan er um eina gólvvídd á 591 fermetrar. Í niðaru hæddini eru 342 fermetrar og á ovaru hæddini er svali, sum er 249 fermetrar til víddar. 
Hesar hæddirnar verða bodnar út til privat at reka, og skulu hølini nýtast til vistveiting. Leigarin kemur sjálv/ur við allari neyðugari útgerð.

Lesið meira HER

 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður