Nevndin í Visit Faroe Islands afturvald

2016-06-15 14:20 Author image
Dimma

Á aðalfundinum hjá Visit Faroe Islands í gjár varð fegnast um góðu gongdina í føroysku ferðavinnuni.

- Hagtølini vísa, at vit eru framman fyri tey mál, sum vit settu okkum, tá strategiin hjá Visit Faroe Islands varð sjósett fyri nøkrum árum síðani. Vit síggja eitt alsamt vaksandi tal av ferðafólki, tað verða alsamt fleiri starvsfólk innan vinnuna og vit síggja, at alsamt fleiri aktørar og íverksetarar velja at satsa upp á ferðavinnuna, verður sagt frá aðalfundinum.

Á aðalfundinum í Visit Faroe Islands varð øll nevndin afturvald. Nevndin er nú manna við hesum umboðum: 

Johannes Jensen, formaður, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, Rúni V. Poulsen, stjóri í Smyril Line, Oddbjørg Højgaard, umboð fyri Ferðavinnufelagið, Fríði Bjørgfinnson Nielsen, umboð fyri Kommunufelagið, Sif Gunnarsdóttir, umboð fyri mentan/ítrótt í Føroyum, Bjørgfríð Ludvig, umboð fyri Tórshavnar Kommunu, og Jóhan Pauli Helgason, umboð fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum varðar av ferðavinnuni, sigur úrslitini hjá Visit Faroe Islands og ferðavinnuni sum heild bera boð um eina góða menning í ferðavinnuni, sum sær út til at halda áfram.

- Eg eri sannførdur um, at hetta er úrslit av eini miðvísari og professionellari marknaðarføring saman við sera dugnaligum vinnuligum aktørum, sum hava dugað at ment nýggj tilboð og sum hava lagt seg eftir at veita ferðafólkunum eina góða tænastu og nakrar serstakar upplivingar, sigur Poul Michelsen eftir aðalfundin.

 

placeholder

Meira langlesnaður